Italska bjargingartænastan hevur sent fólk umborð á ferðamannaskipið Costa Concordia, sum sigldi á land í gjárkvøldið. Umborð vóru 3.200 ferðafólk og manningin, sum taldi 1.000, og sambært italsku myndugleikunum hevur vanlukkan kravt í hvussu er trý mannalív. Tey fyrstu tíðindini í nátt søgdu, at átta høvdu latið lív, og at 25 høvdu fingið skaða.
Danska uttanríkisráðið hevur fingið váttan fyri, at fýra danskir ríkisborgarar vóru umborð á Costa Concordia, og at øll fýra eru bjargað í land í øllum góðum.
Sjógvuir kom í Costa Concordia, beint eftir at skipið hevði siglt á land, og nú liggur skipið skerflatt.
Millum ferðafólkini vóru umleið 1.000 italiumenn, umleið 500 týskarar og 150 fransmenn.
(Sí video)