Hóast teir taptu 3-0, so vóru teir í VB/Sumba leguni ikki ónøgdir við teirra avrik í Klaksvík:
- Talan er um støðuga framgongd, og vit rokna framvegis við, at tað skal bera til at røkka málinum, sum er at varðveita plássið í deildini. Ferðin til Fuglafirðar sunnudagin verður sera týdningarmikil, staðfestu suðuroyingarnir, sum iðraðu seg um, at teir høvdu givið bílig mál burtur.
VB/Sumba hevði sunnudagin tveir nýggjar menn á liðnum. Annar teirra var Bergur Djurhuus, sum hevur røtur í Suðuroy, og sum áður hevur spælt við NSÍ. Hin var Jón Samuelsen, sum ongantíð áður hevur verið á besta liðnum. Hann kom á vøllin, tá ið 2. hálvleikur var átta minuttir gamal.
- Vit arbeiða við at fáa styrk til besta liðið, men enn ber einki til at siga, hvussu tað verður við hesum, siga teir í VB/Sumba.