Leita eftir eysturoyingum við álvarsligum sjúkum

Eysturoyingar kunnu nú lata seg kanna fyri tvær álvarsamar sjúkur

Fólkaheilsuráðið er í hesum døgum á ferð kring landið at kanna heilsustøðuna hjá føroyingum,

 

Hesar næstu dagarnar eru tey í Eysturoy, hr tað ber hjá fólki at lata seg kanna fyri Diabetis og KOL, sum vanliga verður nevnt roykjaralungu.

 

Ólavur Jøkladal á Fólkaheilsuráðnum, sum er á myndini, sigur, at orsøkin til, at tey eru farin undir hetta, er, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita av tí.

 

- Hetta varð staðfest í Diabeteskanning, sum endaði í mai mánaði í ár, sigur hann.

- Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.

 

Hesa vikuna og fyrst í næstu viku verða kanningarnar gjørdar í Eysturoy. Hetta fer fram á Læknamiðstøðini í Runavík.

 

Í síðstu vikur vóru kanningar gjørdar í Klaksvík, har meira enn hundrað fólk meldaðu seg til.
 
- Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið.

 

Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Tey, sum eru í størsta vanda fyri at fá diabetis2, eru tey, sum røra seg lítið, eta skeivan mat ella eru  ov feit.  

 

- Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna

 Diabetis er ein álvarsom sjúka, tí at fylgissjúkurnar kunnu vera nógvar og álvarsligar.


Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum Roykjaralungu, KOL.

 

- Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana.

 

- Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL, men umframt royking kann arbeiðsumhvørvið eisini elva til Kol í ein ávísan mun hava við sær KOL.