Leita eftir eldri kvinnu á Støðlafjalli

Í kvøld er umfatandi leiting í gongd á leiðini við Støðlafjall, sum er niðan av Syðrugøtu.

Í kvøld er umfatandi leiting í gongd á leiðini við Støðlafjall, sum er niðan av Syðrugøtu. Leitað verður eftir einari eldri kvinnu, ið er millum 70 og 75 ár, sum seinnapartin í dag einsamøll er farin gongutúr niðan á Støðlafjall.

 

Løgreglan sigur, at kvinnan als ikki er ókend um hesar leiðir, tí her eigur hon nógvar túrar. Men, tá kvinnan ikki er komin heimaftur, og tað er vorðið seint, eru bjargingarlið, løgregla við hundum og alt apparatið annars sett í gongd.

 

- Enn er kvinnan ikki funnin, men vit vóna, at leitingin fer at geva úrslit, og at kvinnan kemur aftur í aftur í øllum góðum. Tyrla er ikki við í leitingini, tí tað er tjúkt í veðrinum, og haraftrat er tað farið at skýma, sigur løgreglan.