Leita eftir eld­sál­um

Enn eru ongi útlit yvirhøvur fyri, at tað fer at eydnast at end­ur­reisa gamla, kenda fisk­a­virki, Bacalao, á Vest­ar­u­bryggju í Havn.

Í fleiri ár hevur verið roynt at lata virkið upp aft­ur, men higiartil hevur alt verið til fánýtis.
Og Hans Joensen, for­mað­ur í Havnar Ar­beiðs­mann­a­felag, ásannar, at enn røkist einki fyri, at virk­ið yvirhøvur letur upp aft­ur.
Hann sigur, at alt er klárt til at fara undir fram­leiðslu. Virkið er klárt og mask­in­ur­nar eru tøkar. Tað einasta sum manglar, eru íleggjarar og onk­ur at reka virkið.
- Men tað tykist ikki sum um at nakar áhugi er, hóast alt er klárt, sigur Hans Jo­en­sen.
Og formaðurin í Havnar Ar­beiðs­mann­a­felag undrast á, hvar vinn­u­lívs­fólkið í Havn eru.
- Vit mangla eldsálirnar, men vit vita ikki, hvar tær eru, staðfestir hann.
Og hann heldur eisini, at rá­vør­an trýtur ikki. Hóast tað ikki er so nógvur fiskur at fáa undir Føroyum, er góður fiskiskapur aðr­a­staðni, so at tað átti at borið til at innflutt frystan fisk til virk­ingar á Bacalao.
Hans Joensen sigur, at tey hava kortini ikki mist allar vónir um at fáa virk­semi aftur á virkinum.
- Tann, sum hevði havt hug at fari undir virksemi á virki­num, kemur til skorin klæð­ir, tí alt er klárt at taka í­móti fiski.
- Sostatt verður ikki talan er ikki um at møguligir í­leggj­ar­ar fyrst skulu brúka stór­ar upphæddir upp á at byggja virkisbygning og út­vega maskinur.
- Tí dugi eg ikki at síggja, hví tað ikki skal bera til at fara undir lønandi vinnu á virk­i­num.
Hans Joensen heldur, at tað hevði klætt Havnini við einum fiskavirki í Havn, tí tað hevði gjørt lívið í bý­num fjølbroyttari.