Leita eftir eituri við Svalbard

Havrannsóknarskipið Lance leitar í løtuni eftir leivdum av kosmetikki í botndýrum, fiski og sjófugli Evnið, sum leitað verður eftir, er siloksan, sum er ávíst í toski í eitt nú Oslofjørðinum og í polarøkjunum norðanfyri.

Granskarin Nicholas Warner, sum starvast hjá Norsk Institut fyri luftdálking (NILU), sigur, at siloksan finst eitt nú í sjampo, dedorantum, sólkremi og nógvum øðrum vørum, sum vit dagliga brúka.

Siloksan knýtir seg til feitt og vøddar hjá fiski og sjódýrum.

Tað er Geir Wing Gabrielsen, ið starvast hjá Norsk Polarinstitut, sum leiðir kanningararbeiðið umborð á Lancer. Í tíggju dagar skal manningin kanna botndjór, fisk og sjófugl fram við vesturstrondini á Svalbard.

Hetta er partur av sonevndu Copol-verkætlanini, har dentur verður lagdur á lívfrøðiligar kanningar av umhvørviseituri við Arktis.

Ídnaðurin hevur verið ivasamur um úrslitini, sum kanningarnar higartil eru komnar fram til, og tí verða nýggjar kanningar nú gjørdar.

Undir leitanini eftir kosmetikeituri er ikki loyvt manningini at brúka kosmetikk.

Eingin vissa er um, hvørja ávirkan siloksan hevur á umhvørvi og heilsu, men evnið siloksan D4, sum finst í vaski-og reingeringarevnum og í tilsetingarevnum til brennievni, verður bólkað sum heilsu-og umhvørvisskaðiligt.

Óhugsandi er ikki, at siloksan kann ávirka nøringarevnini, skrivar FiskeribladetFiskaren.