Leita eftir eini eldsál

Tað er gravgangur eftir at verða stjóri í Dugna


- Tað, vit leita eftir, er ein eldsál

Tað sigur Ása Olsen, forkvinna í stýrinum fyri Dugna.

Dugni hevur søkt eftir nýggjum stjóra, eftir at stjórin seinastu árini, Kristina Toftegaard Larsen er farin í starv sum leiðari fyri heimatænastuna í Eysturkommunu.

 

Og leita tey eftir eini eldsál, skuldi útlitini verið góð fyri at finna hana, tí tað er sannur gravgangur eftir at verða stjóri á Dugna.

Tá ið umsóknarfreistin var úti, høvdu heili 39 fólk søkt starvið.

 

Ása Olsen sigur, at tey eru fegin um, at tað er so stórur áhugi fyri starvinum og hon sigur, at tað eru fleiri væl skikkaðir umsøkjarar ímillum.

Tey, sum manna stýrið í Dugna eru í ferð við at leggja síðstu hond á viðgerðina. Tey hava havt setanarsamrøður og Ása Olsen væntar, at starvið verður sett í næstu viku.