Fleiri eru til reiðar at taka við starvinum sum aðalskrivari í ST, men tað kann taka drúgva tíð at finna tann rætta.
Á skrivstovunum á ST-høvuðsborgini í New York verður dúgliga tutlað um, hvør skal taka við sum aðalskrivari á nýggjárinum, tá Kofi Annan fer frá.
Higartil hava fimm boðið sær til at taka við, og av teimum tykist suðurkoreanski uttanríkisráðharrin, Ban Ki-Moon, hava teir frægastu møguleikarnar. Men hann fær ætlandi harða kapping, tí øll hini fýra evnini eru eisini úr Asia.
Trygdarráðið hevur longu havt eina loyniliga atkvøðugreiðslu um aðalskrivarastarvið, og ta ferðina fekk Ban Ki-Moon 14 av teimum 15 atkvøðunum. Tann stóri spurningurin er, hvør tað var, sum ikki atkvøddi fyri honum. USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland hava sýtingarrætt, og var tað eitt teirra, sum ikki atkvøddi fyri Ban Ki-Moon, verður hann neyvan aðalskrivari.
Men slíkt kann taka tíð, og soleiðis var eisini, tá Kofi Annan bleiv valdur í 1966. Ikki fyrr enn tann 13. desember samdust tey fimm londini um, at hann skuldi taka við tann 1. januar í 1997.