Leita eftir eftirmanni

Á nýggjárinum skal ST hava nýggjan aðalskrivara, tí tá rennur starvstíðin hjá Kofi Annan út..

Í gjár atkvøddi trygdarráðið um fýra evni til aðalskrivarastarvið, og úrslitið varð, at valdi tvey valevni úr India og Suðurkorea sum tey best egnaðu av teimum fýra. Suðurkoreanski uttanríkisráðharrin, Ban Ki Moon, fekk flestar atkvøður, og indiski ST-diplomaturin Dhashi Tharoor fekk næstflestar. Atkvøðugreiðslan hevði kortini ongan formligan týdning, og tað er ikki óhugsandi, at onnur evni koma upp á tal seinni í ár.

Tær ferðirnar ST hevur valt nýggjan aðalskrivara, hava teir fimm føstu limirnir í trygdarráðmum ofta verið ósamdir. Men tað er neyðugt, at teir semjast, tí nýtir eitt teirra sýtingarrættin ímóti einum valevni, kann hesin ikki veljast.

Kortini tykjast stórveldini vera á einum máli um, at hesaferð skal aðalskrivarin koma úr einum landi í Asia.