Stendur tað til Fótbóltssambandið, fara Føroyar og Ísland at spæla venjingardyst í fótbólti síðst í mai mánaði ella fyrst í juni.
Føroyar skulu hava ein venjingardyst afturat, áðrenn EM-undankappingin byrjar eftir summarsteðgin, og Ísland stendur fremst í røðini.
Føroyar og Ísland hava havt eitt gamalt samstarv um landsdystir, og avtalan hevur verið, at dystirnir hava verið í Føroyum og Íslandi upp á skift. Tá ið Føroyar og Ísland endaðu í sama bólki til seinastu EM-undankappingina duttu venjingardystirnir burtur, tí nú stóð meira upp á spæl í eina tíð.
Síðani hevur eingin venjingardystur verið ímillum Føroyar og Ísland, men Fótbóltssambandið vil gjarna hava, at gamla samstarvið við íslendingar kemur aftur í lag, so londini javnan spæla dystir ímói hvørjum øðrum.
Kanska Hickersberger
Íslendingar hava fingið ein fyrispurning frá Føroyum, og teir hava lovað at svarað innan stutta tíð. Íslendingar ætla sær sjálvir at spæla venjingardyst um tað mundið, men møguliga ætla teir at finna sær aðra fótbóltstjóð enn Føroyar at spæla ímóti.
Verður dysturin ímóti íslendingum av ongum, ætlar Fótbóltssambandið at finna annað land at spæla venjingardyst ímóti, og eitt boð kundi verið Eysturríki.
Nýggi landsliðsvenjarin hjá Eysturríki er tann sami, sum stóð á odda fyri liðnum í 1990, tá ið Føroyar vunnu í Landskrona. Tá fekk Josef Hickersberger sekkin, men hann er nú aftur blivin landsliðsvenjari í Eysturríki.
Hann hevur sagt við eitt blað, at hann vil fegin spæla aftur ímóti Føroyum, so hvør veit, um hann ikki fær tilboðið í næstum.