Myndugleikarnir í amerikanska statinum Oklahoma leita eftir einum manni, sum er undir illgruna fyri at hava skotið fimm fólk í býnum Tulsa í gjár. Trý doyðu, og hini bæði liggja á sjúkrahúsi við álvarssomum skotsárum.
Løgreglan sigur, at øll tey fimm, sum maðurin skjeyt, eru svørt, og at byrsumaðurin sjálvur er hvítur. Myndugleikarnir hava nú biðið almenningin um hjálp til at finna mannin, áðrenn hann ger størri skaða.
-Okkum tørvar tykkara hjálp, segði Dewey Bartlett, borgarstjóri Tulsa, á tíðindafundi. Borgarstjórin bað samstundis fólk vera ansin.