Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er ikki í iva um, at tað vóru limir í Hamaz, sum burturfluttu tríggjar unglingar í einari jødiskari niðursetubygd á Vestara Áarbakka hóskvøldið. Tveir av dreingjunum eru 16 ár, og tann triði er 19, og eingin hevur hoyrt nakað frá teimum síðani.
Nú hevur ísraelski herurin tikið umleið 80 palestinar, teirra millum nakrar limir í Hamaz. Ein talsmaður fyri herinn sigur, at myndugleikarnir fara at gera alt fyri at finna teir tríggjar dreingirnar, og at myndugleikarnir fara at brúka ta framferð, sum er neyðug fyri at røkka málinum.
-Palestinskir yvirgangsmenn skulu ikki kenna seg tryggar, og tað ber ikki til at fjala seg fyri okkum. Teir skulu kenna sviðan av tí, sum ísraelski herurin er førur fyri at seta í verk, sigur talsmaðurin.
Burturflytingin av teimum trimum unglingunum hevur elvt til eina umfatandi mannajagstran. Teir tríggir gingu í einum átrúnaðarligum skúla tætt við Bethlehem á Vestara Áarbakka, og ísraelski herurin hevur avbyrgt alt økið har um vegir. Samstundis hevur ísraelska flogvápnið bumbað mál í Gaza-geiranum.