Í Spania hevur løgreglan sent nógv fólk at leita eftir bumbum har eysturi í Valencia-økinum, eftir at baskiski loysingarfelagsskapurin ETA hevur hótt við bumbuatsóknum. Sambært myndugleikunum ringdi onkur til tað baskiska blaðið Gara og boðaði frá, at ETA hevur lagt fýra bumbur í Valencia-umráðnum.
Blaðið El Publico skrivar, at bumburnar eru lagdar við vegir og jarnbreytir.
Fyrr í dag ljóðaði, at ein av bumbunum var brostin, men tað avsannaðu myndugleikarnir.