Landsverk er í ferð við at breiðka vegin norðan fyri Streymnes. Graviarbeiðið koyrir við fullari ferð, men fríggjadagin boðaði ein eldri maður í bygdini frá, at ein bomba liggur onkrastaðni har á leið, sum arbeiðið verður gjørt. Fólk frá Marinustøðini hava verið á staðnum, men enn er bomban ikki funnin. Mett verður, at bomban vigar eini 250 kilo, verður sagt av løgreglustøðini í Havn. ? Arbeiðsfólkið á staðnum hevur fingið fráboðan um hetta, og arbeitt verður tí við størsta varsemi. Men sum sagt er bomban ikki funnin enn, sigur vakthavandi.