Ein bilur er stolin í Klaksvík í nátt, so hevur nakar sæð hann, frætta tey á politistøðini fegin
Ein klaksvíkingur ringdi á politistøðini í morgun, tí hann saknaði bilin hjá sær.
Hann er stolin av Stangarvegnum í nátt og er framvegis ikki afturfunnin.
Talan er um ein gráan Mitsubishi Outlander, jeep, við nummarplátuni PF 699.
Løgreglan sigur, at skuldi nakar havt varnast bilin, er viðkomandi vælkomin at ringja.
Annars hevur verið smárokaligt í Havn í nátt, tá ið dansistøðini lótu aftur. Tað endaði við, at tveir mans vórðu tiknir á politistøðina og annar av teimum verður ákærdur fyri at hava brotið politivitøkurnar