Ein nummarpláta, sum í nátt varð funnin á landsvegnum millum Sund og Sandvíkahjalla bendir á, at har hevur verið okkurt ferðsluóhapp Politiið sigur, at bremsispor og annað vísa á, at okkurt er hent.
Plátan varð funnin í nátt, og politiið fór beinanvegin á staðið, har eigarin búði.
Har var eingin bilur, og politiið koyrdi í nátt runt og leitaði eftir bilinum, men hann var ikki til at finna.
Politiið gitir, at bilførarin hevur verið ávirkaður og tí hevur krógvað seg heldur enn at boða frá óhappinum.









