Leita eftir bilførara sum rakti eitt fólk

Bilførarin gav seg til kennar, men eingin fekk navnið við

Løgreglan leitar nú eftir fólki, sum sóu eitt ferðsluóhapp í Havn í morgun. Óhappið hendi á Landavegnum, beint við gamla kirkjugarð í Havn umleið klokkan 10.55.

Løgreglan sigur, at ein lítil, myrkur bilur rakti eitt eitt fólk, sum var á veg tvørtur um Landavegin frá Á-handlinum.

Fólkið fór um koll av stoytinum og bilførarin steðgaði eisini á, og kom úr bilinum. Hann gav seg til kennar og tosaði við fólki, sum hann hevði rakt.

Men løgreglan sigur, at tíverri vísir tað seg, nú tá ið avtornar, er tað eingin sum veit, hvør bilførarin var og eingin hevði heldur heft seg við nummarplátuna á bilinum. Men løgreglan vil fegin fáa samband við bilføraran, siga tey.