Leita eftir avloysara fyri Birgar

Løgmansskrivstovan leita nú eftir nýggjum flaggvørði til Tinganes. Kenda havnarmyndin Birgar Johannsen røkti starvið frá 1. juli 2011. Hann doyði 19. november í fjør 74 ára gamal.

Í lýsing bjóðar Løgmansskrivstovan út uppgávuna at hava flagging í Tinganesi um hendi.

Fyritøkur og einstaklingar kunnu bjóða. Tilboðsgevari skal vera til reiðar at taka uppgávuna á seg frá og við leygardegnum 1. mai 2021.

Niðanfyri endurprenta vit samrøðu við Birgar Johannessen, sála, sum stóð í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum í 2012:

 

Ein ábyrgdarfull uppgáva

meira enn eitt ár hevur Birgar Johannessen sum flaggvørður hjá landsstýrinum verið í Tinganesi og koyrt flaggið upp og tikið tað niður. Flaggið skal handfarast við virðing, og tað skal upp og niður til røttu tíð, sigur hann

 

Sjálvt um Birgar Johannessen altíð hevur dugað at sæð mun á einum vøkrum og einum ljótum flaggi, hevði hann ongantíð hugsað nakað serligt um flagging, fyrr enn onkur í fjør gjørdi hann varugan við, at arbeiðið við at flagga fyri landsstýrið var leyst at søkja.

Tað var ikki eitt beinleiðis starv, men biðið varð um tilboð.

– Hví ikki royna? hugsaði eg og sendi eitt tilboð inn, sigur Birgar Johannessen.

Fær dagløn

Hann helt tað vera nógv, tá ið hann beyð sær til at taka uppgávuna á seg fyri 250 krónur fyri hvørja flagging. 250 krónur um dagin fyri at koyra flaggið upp um morgunin og taka tað niður aftur um kvøldið.

Birgar Johannessen veit ikki, hvussu nógv tilboð komu inn, men hann átti lægsta tilboð.

1. juli í fjør bant hann seg til uppgávuna, og hvønn dag síðan er hann trúliga farin út í Tinganes um morgunin og so aftur seinnapartin ella um kvøldið, alt eftir nær sólin er farin niður.

– Bara ein morgun barst mær frá, tí eg var í Vági. Tann morgunin koyrdi konan flaggið upp fyri meg, sigur hann.

Heldur seg til reglurnar

Hann kendi einki til siðir og reglur viðvíkjandi flagging, áðrenn hann byrjaði, men øllum tí fann hann skjótt útav.

Birgar viðgongur, at hann er sera bundin av uppgávuni, men honum dámar uppgávuna væl, og hann gongur upp í arbeiðið við lív og sál.

Ta ljósu árstíðina skal flaggið upp klokkan átta og niður aftur klokkan 21. Um veturin skal flaggið upp eitt sindur seinni. Í desember skal tað niður aftur longu klokkan 14, tí tá fer sólin niður.

Tað stendur í kunngerðini um flagging, at flaggið skal upp og niður hvønn fullan tíma.

– Tað taki eg í sera stórum álvara. Um morgunin klokkan 7.50 standi eg klárur at heingja flaggið upp, og klokkan 20.50 eri eg aftur í Tinganesi.

Ternan er sum klokka

Júst sum hann um morgunin er komin í Tinganes, fer Ternan til Nólsoyar, og Birgar og manningin á Ternuni veittra til hvør annan. Tá ið báturin er komin á Molan, fer flaggið upp. Men tað er treytað av, at báturin siglir til tíðina. Hann bíðar ikki eftir Ternuni.

– Flaggið skal upp klokkan átta, ikki ein minutt í ella ein minutt yvir.

Flaggið hevur hann í trimum støddum og tekur tað minsta flaggið, tá ið nógvur vindur er. Tað størsta í góðum veðri.

– Um morgunin fari eg altíð einsamallur at heingja flaggið upp. Tað minsta kann eg taka niður sjálvur, men eg má hava onkran við mær, tá ið tað størsta flaggið skal takast niður. Flaggið má ongantíð koma niður í jørðina, og tað skal leggjast saman á staðnum.

##med2##

Eldri bróðir Birgar, Leivur Johannesen, er her saman við Birgari úti í Tinganesi og hjálpir Birgari at leggja stóra flaggið saman. Leivur var mangan Birgari hollur við eini hjálpandi hond úti í Tinganesi

 

Samanleggingin

Serligar reglur eru fyri, hvussu eitt flagg skal leggjast saman. Tað hvíta skal altíð venda inneftir, so bara tað reyða og tað bláa sæst. Tað er praktiskt, so tað hvíta ikki verður skitið.

Birgar leggur stóran dent á, at flaggið altíð er reint og heilt. Eitt tað ringasta, hann veit, er at síggja trevsut og skitin fløgg. Har eru fleiri skip vánalig fyrimynd.

Hinvegin tekur hann fram, hvussu gott skil er á flaggingini á Tinghúsvøllinum og hjá Ríkisumboðsmanninum.

Flaggsiðurin má virðast

Hann harmast eisini um, at so nógv fólk ikki virða flaggsiðin. Nógv fólk koyra flaggið upp, tá ið tað liggur fyri.

– Eg havi mangan sæð fløgg hanga alla náttina, har brúdleyp og aðrar veitslur hava verið. Slíkt má ikki henda.

Birgar heldur, at kunnu fólk ikki halda góðan flaggsið, eiga tey ikki at hava flaggstong.

Veðrið er ikki líka gott allar dagar á árinum, og farni vetur var sera baldrutur.

– Jóladag fekk eg ikki flaggið upp, tí tað var óðamannaverk at fara út á nesið, sigur Birgar.

Veðurhart

Tað er verðurhart úti á Tinganesi. Lívd er eingin. Tí hevði verið betri, um flaggstongin stóð einar fimm metrar longri inni.

Ein illveðursdag seinasta vetur skrædnaði flaggið í hondum hansara.

– Og ein dag var so nógvur vindur, at eg varð slongdur inn móti flaggstongini.

Fløggini tekur hann við sær heim, tí tey skulu vera turr.

Terna stoytti

Nú ein dagin, meðan hann fekst við at koyra flaggið upp, stoytti ein terna seg niður í høvdið á honum. Hann merkti veingjasuðið og var eitt sindur illa við.

Morgunin eftir fór hann við einum plasthjálmi út í Tinganes og hugsaði at brúka hjálmin sum verju móti fuglinum.

Men so kom hann at hugsa um, at tað ikki bar til, tí ein regla er, at fólk skulu vera hattleys, tá ið tey koyra flaggið upp.

Sama dag fann hann útav, at ein ternubøga lá á tveimum eggum í fjøruni. Tað hevur verið steðgin, sum stoytti seg niður móti høvdinum á honum.

Nú hevur ternuparið vant seg við Birgar, og hann fær frið.

 

Skrivað hevur Randi Jacobsen, Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum 23. juli 2012