Søkt verður eftir fólki uttan kenda psykiska sjúku, sum kunnu vera kontrolpersónar til stóra granskingarverkætlan innan autismu.
Tað finst longu ein forkanning av føroyskum børnum, sum vísti, at tað eru ikki fleiri fólk við autistiskum breki í Føroyum enn í øðrum londum. Kortini eru her lutfalsliga fleiri dreingir enn gentur við hesum trupulleika, enn aðrastaðni.
Granskingarbólkurin og ílegusavnið siga, at arvur tykist vera ein tann vanligasta orsøkin til autismu, og at av tí at vit eru so fá fólk í Føroyum, skuldi verið lættari at funnið fram til hesar viðbreknu ílegur í Føroyum enn í øðrum londum. Tí verður í næstum farið undir ílegukanningar av føroyingum, sum Tormóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska Deplinum og Christopher Gillberg, Professari við Universitetið í Gøteborg saman við øðrum standa fyri.
Verkætlanin er góðkend av Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum, og luttakararnir, sum hava autismu, verða funnir innan føroyska heilsuverkið. Harafturat er tørvur á fólki, uttan kenda psykiska sjúku, sum vilja vera kontrolpersónar. Luttøkan er sjálvboðin og luttakararnir lata antin blóðroynd ella spýttroynd. Tekning fer fram á lsannos@ls.fo, á telefon 59 10 25 ella 30 45 00, lokal 4101. Spurningar viðvíkjandi granskingarverkætlanini kunnu setast Tormóði Stórá á 30 45 00, lokal 4101 ella t-post: lstost@ls.fo ella Ásu Ellefsen á 21 84 64 ella t-post asel@post.olivant.fo









