Leita eftir aðrari loysn til brekað í Suðuroy

Tað er partvís fyri at spara, at bussurin hjá Varda Verkstaðnum í Vági skal halda uppat. Men vit halda heldur ikki, at vit skulu brúka orku og pening til at skipa fyri koyring, sigur Jákup Foldbo, leiðari á Serstovnadeildini

 

Sparingar


? Peningurin strekkir ikki til. Tí er busskoyringin hjá varda Verkstaðnum í Vági niðurløgd.

Tað sigur Jákup Folbo, leiðari á Serstovnadeildini.

Hann sigur m.a. at lønarútreiðslurnar til starvsfólkið á Verkstaðnum eru blivnar so høgar, at tað slær botnin undan játtanini.

? So hvørt sum tað koma meiri og meiri útbúgvin fólk og starvsaldurin hækkar, økjast lønarútreiðslurnar og nú heldur játtanin ikki longur og so má sparast.

Tí hevur Varda Verkstaðið í Vági fingið boð um at spara koyringina burtur.

Men tað er eisini ein onnur orsøk.

?Í løtuni mugu vit brúka tíð og orku uppá at skipa fyri koyring og tað er ikki hetta, vit eru dugnaligast til. Tað, vit eru dugnaligast til, er at geva brúkarum eitt verkstaðartilboð, sigur Jákup Foldbo.


Finna aðra loysn

Hann sigur, at nú verður kannað um tað ber til at finna eina aðra loysn á koyringini hjá Varda Verkstaðnum í Vági.

Hann sigur at talan kann verða um nógvar møguleikar. Ein møguleiki er at fáa Bygdaleiðir at átaka sær hesa tænastuna. Ein onnur loysn kann vera at lata tað yvir á privatar hendur.

Hann sigur, at ymsastaðni í landinum er ymsar loysnir funnar á koyringini, bæði almennar og privatar loysnir.

? Í Havnini hevur tað t.d. riggað nógv betri, nú tað eru portørarnir á Landssjúkrahúsinum, sum røkja hendan flutningin enn tað gjørdi áðrenn, tá ið stovnar høvdu bussar sjálvir.

Hann ivast tó í, um tað eru somu møguleikar at lata portørarnar í Suðuroy røkja hendan flutningin, tí pørtørtænastan er ikki so væl útbygd sum tann í Havn.

?Loysnin, sum fyrst verður kannað í Suðuroy, er at lata Bygdaleiðir átaka sær koyringina, men er ikki greitt um tað ber til og um loysnin er nøktandi. Eitt nú má avtala fáast um, hvar Bygdaleiðir skulu steðga.

Við at niðurleggja hesa koyringina, er talan um eina sparing upp á 100.000 krónur um árið. Vænta tit, at ein loysn við Bygdaleiðum, ella ein privat loysn verður bíligari enn tað?

? Tað skal eg ikki kunna siga beint nú. Men vit vænta í øllum førum at tað verður funnin ein loysn, sum Serstovnadeildin sleppur undan at umsita og tað er ein partur av málinum.

Hann vísir m.a. eisini á tann trupulleika, at almennir stovnar sleppa ikki at avskriva tól, eitt nú bilar.

?Av tí sama er tað sera trupult og tungt at skifta út. Nógvir av teimum bilum, sum ymsir stovnar hava, eru gávur. Men tá ið teir skulu endurnýggjast, verður tað ein stórur fíggjarligur trupulleiki, tí játtanin strekkir ikki til.