Leita eftir 70 coronasmittaðum eftir at hotel datt niður

Eitt hotel í fimm hæddum er sambært kinesiskum miðlum smokkað saan í býnum Quanzhou. Leitað verður eftir 70 fólkum í leivdunum.

Tað upplýsa myndugleikarnir í býnum sambært tíðindastovuni Reuters.

Samandotna hotellið var brúkt til at hýsa fólkum við coronavirus – ella fólkum, sum hildið varð vóru smittað við coronavirus – í karantenu. Tað skrivar myndugleikarnir í býnum Quanzhou í Fujian-landspartinum.

34 fólk eru bjargað úr leivdunum fyrstu tveir tímarnar, upplýsa myndugleikarnir.

Ein video, sum er løgd á netið, vísir bjargingarfólk, sum leita á staðnum.

Einki verður sagt um, hvussu stórt hotellið var. Men sambært kinesiska miðlinum South China Morning Post var talan um eitt hotel í fimm hæddum.

Ríkismiðilin Folksins Dagblaðið skrivar, at hotellið lat upp í juni í 2018 og hevði 80 kømur.

Tað er ógreitt, hví hotellið kollapsaði.

Fujian-landsparturin hevur váttað 296 tilburður av coronavirus. Um 11.000 fólk eru undir eftirlitið, tí tey hava verið í sambandi við eitt ella fleiri smittaði.

Quanzhou, sum er í landssynningspartinum av Kina, og har búgva umleið átta milliónir fólk.

/ritzau/Reuters