Nú verður møguleikin kannaður at útvega fleiri parkeringspláss við Føroya Studentaskúla og HF- skeið í Hoydølum.
Tað sigur sigur Bjørn Kalsø, nú Hanus Samró, tingmaður, hevur spurt hann um útlit eru á nakrari loysn á vánaligu støðuni.
Parkeringsumstøðurnar í Hoydølum eru so vánalig, at tey eru ein stórur bági fyri ferðslutrygdina og fyri trygdina sum heild, tí bilar standa allastaðni og gera tað torført hjá neyðsendarakførum at sleppa framat.
Eini 800 fólk hava sína dagligu gongd í Hoydølum, men har eru ikki fleiri enn 60 parkeringspláss.
Trupulleikin við parkering í Hoydølum er gamal og tað eru minst 10 ár síðani at tey gjørdu vart við hann.
Einaferð varð ein loysn í eygsjón, men hon varð steðgað, tí økið er friðað soleiðis, at tað ber ikki til at gera nakað uttan í heilt serligum førum.
Rektarin í Hoydølum hevur áður upplýst, at tískil steðgaðu býráðið og Skógrøkt Landsins teirri ætlanini.
Men nú málið er tikið framaftur, er Bjørn Kalsø varisligur í sínum orðavali, tá ið hann umrøður útlitini fyri eini loysn.
Hann sigur, at málið er ikki komið longri enn so, enn at Mentamálaráðið kannar í løtuni eina áheitan frá rektaranum í Hoydølum um at taka upp samband við avvarðandi myndugleikar um at útvega neyðug loyvi og fáa gjørt eina verkætlan við fyribils parkeringsplássum á fløtuni vestan fyri nýggju lonina í Hoydølum.
Sjálvur heldur rektarin, at ein loysn kann verða, at dúkur verður lagdur á fløtuna og at eitt tunt undirlag síðani verður lagt á dúkin at parkera á.
Har kunnu eini 100 parkeringspláss gerast.
Tá ið skúlin flytir út í Marknagil, kunnu undirlag og dúkur lættliga takast burtur aftur.
Rektarin heitir somuleiðis á myndugleikarnar um at seta pening av til eina slíka ætlan næsta ár.
Bjørn Kalsø sigur, at tá áheitan frá rektaranum er liðugt viðgjørd, verður støða tikin til, hvussu málið verður loyst.