Vegna økt virksemi søkir Bakkafrost á Glyvrum nú eftir fleiri starvsfólkum til góðskingarvirkið.
- Vit hava arbeitt miðvíst við at tryggja nýggjar langtíðarsáttmálar, ið bæði eru við til at tryggja virksemið hjá Bakkafrost, samstundis sum hetta eisini tryggjar starvsfólkunum hjá Bakkafrost støðugt arbeiði yvir eitt longri tíðarskeið.
Á Bakkafrost sigur Kári Egholm Jacobsen, deildarleiðari í kvøld, at hetta arbeiðið hevur gingið væl, og tí manglar Bakkafrost nú 100 dugnalig starvsfólk.
- Tú verður ein partur av einari fyritøku í heimsflokki. Tú kemur at arbeiða í vaktum og mást tí eisini verða til reiðar at arbeiða skiftandi tíðir. Løn er sambært galdandi sáttmála. Harumframt bjóða vit fría heiltíðar lívs- og vanlukkutrygging til okkara starvsfólk eftir tríggjar mánaðir í starvinum.
Í lýsingini eftir starvsfólki verður sagt, at Bakkafrost hevur framkomnar umstøður við einari frálíkari kantinu, og her kunnu starvsfólk luttaka í matarskipan fyri ein sera rímiligan prís.
- Um tú ynskir eitt starv á okkara framkomna góðskingarvirki á Glyvrum, kanst tú ringja á telefon 235013 ella skriva til hr(at)bakkafrost.com, verður lagt aftrat.