Fyri góðari løtu síðan læt Leirvíkstunnilin upp aftur, eftir at tunnilin hevur verið stongdur tað mesta av hálvum øðrum tíma.
Tað var stutt fyri klokkan 09 í morgun, at eitt ferðsluóhapp hendi einar 100 metrar inni í tunlinum gøtumegin.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bæði sjúkrabilar, løgregla og sløkkiliðsbilar fóru á staðið.
Talan var um tveir bilar, sum stoyttu saman, men løgreglan heldur ikki, at talan er um ógvusligan fólkaskaða.
Tað tók sína tíð, áðrenn tunnilin var opin aftur, og bilrøðin gøtumegin stóð langt oman um rundkoyringina í Gøtudali.
Flogbóltskapping fyri børnum er í Klaksvík í dag, men fleiri dystir hava verið útsettir í ein góðan tíma ella so.
Fólk, sum vóru á veg til Klaksvíkar, máttu bíða í Gøtudali, til Leirvíkstunnilin var opin aftur.











