Framløga um nýggju hitaskipanina, tá sáttmáli um arbeiðið varð undirskrivaður í juli 2021. Í Leirvík fara tey at spara fleiri túsund litrar av olju um árið - í skúlanum og á eldrasambýlinum, Giljagarði.

Leirvík verður grønari

- Hitaskipanin skal hita skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, sum annars hava brúkt oljufýr og 70.000 litrar av olju um árið.

Framløga um nýggju hitaskipanina, tá sáttmáli um arbeiðið varð undirskrivaður í juli 2021. Í Leirvík fara tey at spara fleiri túsund litrar av olju um árið - í skúlanum og á eldrasambýlinum, Giljagarði.

Mikudagin hin 12. apríl verður almenn handan av hitaskipanini við skúlan í Leirvík, og tiltakið verður frá klokkan 13 til 15 henda dagin.

- Talan er um grøna "intelligenta" upphitingarskipan, ið skal geva hita til skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, siga tey í Eysturkommunu í dag.

Skipanin hevur framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan av el-orku er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum. 

Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari el-orku.

- Umframt jarðhitapumpu, fleiri 400 metra djúp borihol og fjarhitaleiðing er eisini ein stórur vatntangi partur av skipanini, har hitaorka skal goymast. 

Í Eysturkommunu siga tey, at hitaskipanin skal hita skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, sum annars hava brúkt oljufýr og 70.000 litrar av olju um árið.

- Arbeiðið byrjaði miðskeiðis í 2021 og er nú komið á mál, verður lagt aftrat.