Leirvík verður fríðkað og HB vann VFF Cup

Hondbóltsfinalurnar og afturvendandi fótbóltskappingin VFF Cup settu sín dám á in.fo í gjár, men onkur tíðindi vóru tó, sum ikki høvdu við bólt at gera.

 

Í Leirvík er arbeiðið byrjað at laða garð niðan eftir vestaru síðu av Mataránni. Tað eru privatpersónar, ið hava tikið stig til arbeiðið og í stóran mun fíggja tað. 

 

Ein annar leirvíkingur, Hoyríkur Joensen, sum hevur sína egnu lastbilafyritøku, hevur nú keypt seg inn í betongblandistøðina, J+H Betong, í Leirvík.

 

Hagstovan almannakunngjørdi fyrr í vikuni seinastu fólkatølini. Ì teimum sæst, at Klaksvík veksur skjótari enn Hoyvík og at hóast einans ein familja býr í Stóru Dímun, eru fleiri smærri bygdir í Føroyum.  

 

Nú hevur Mentamálaráðið váttað, at hóast fólkaatkvøðan í Sundalagnum, sum vísti, at íbúgvarnir í Hvalvík og Hósvík ynskja at varðveita bygdaskúlarnar, er bindandi, so hevur Sunda kommuna loyvi at gera broytingar í skúlabygnaðinum. Sostatt merkir úrslitið av fólkaatkvøðuni ikki, at skúlarnir vera varðveittir óbroyttir. 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu spælir møguliga sín fyrsta dyst fyri nýggja felag sítt, Dinamo Bukarest, í dag og í gjár varð kunngjørt, hvat nummar, hann fær á ryggin

 

Í VFF Cup var tað NSÍ, sum stóð fyri flestu málunum, millum annað skoraði Klæmint Olsen hattrick í hálvfinaluni, meðan HB einki mál hevði skorað, tá teir komu í finaluna. Í finaluni gjørdu teir tó bart og vunnu á NSÍ.    

 

Á in.fo eru eisini fleiri myndasøvn við myndum frá millum annað stóra hondbóltsfinaludegnum í Høllini á Hálsi.