Leirvíkingar samtykkja grótkast og arbeiðsveg

Samtykt er, at arbeiðini skulu gerast í samráð við Landsbyggifelagið og ráðgeving frá DHI, og at kommunurnar partur av verkætlanini í mesta lagi verður 5 milj. krónur

Arbeiði

Leirvíkar bygdarráð samtykti einmælt á fundi, 6. oktober, at byggja grótkast á Kráartanga og arbeiðsveg í Buginum, teir rópa. Samtykt er, at arbeiðini skulu gerast í samráð við Landsbyggifelagið og ráðgeving frá DHI, og at kommunurnar partur av verkætlanini í mesta lagi verður 5 milj. krónur.
Leirvíkar kommuna ætlar at fíggja hesa íløgu við lántøku, og ynskiligt er, at trý tey fyrstu árini verða avdráttarfrí.
Í samtyktini fær bygdarráðsformaðurin heimild at samráðast við landsstýrið um frávik í íløgukarminum og um lántøkuna.
- Ætlanin skal fremjast saman við Norðoyartunlinum, Klaksvíkar kommunu og møguliga øðrum áhugaðum kommunum.
Samtyktin áleggur bygdarráðsformanninum beinanvegin at taka upp samráðingar við Norðoyartunnilin og Klaksvíkar kommunu um arbeiði og saman við pørtunum gera ein sáttmála, sum skal fevna um alt arbeiðið.
Sáttmálin skal góðkennast av bygdarráðnum.
Leirvíkar bygdarráð metir hetta málið hava stóran skund, og heimilar tí formanninum at nýta alla ta serkønu hjálp, hann heldur vera neyðuga fyri at fáa málið avgreitt sum skjótast.
Samtykt er eisini, at bygdarráðsformaðurin við jøvnum millumbilum skal kunna bygdarráðið um gongdina í málinum.