Leirvíkingar mugu halda fast

Vagnur Michelsen


Áhugavert í fjølmiðlunum at fylgja við málinum um undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð, ein verkætlan, sum hevur so stóran týdning fyri samfelag okkara og ser­liga Norðuroyggjar.
Tá ið hetta er sagt, so mugu vit bara ásanna, at tað eru politisk armóðstekin í hesi verkætlan, og at stóra undirsjóvarverkætlanin enn einaferð er dømi um, hvussu óbúnir føroyingar framvegis eru politiskt.
Koyrandi verður undir Leir­víksfjørð í mai mánað, men framvegis er eingin loysn funnin á vegaføringina í Leirvík, sum fyri okkum uttanfyristandandi er óskilj­andi.
Sjálvandi skuldi vega­før­ingin í Leirvík frá fyrsta degi verið partur av stóru verkætlanini, men her framdu politikararnir í 2002 politiskan løtuvinning, sum teir nú brúka orku og tíð at koma burturúr.
Sjálvandi skulu leirvík­ing­ar hava seinasta orðið í vegaføringini, tí spurningurin er um framtíðina hjá bygd­ini. Ikki bara í 2006, men eisini í 2050. Her kann ikki vera spurningur um spard­ar milliónir, tí vit hava so óteljandi dømi um fyri­bilsloysnir í Føroyum, har vit í løtuvinningum hava spart okkum eftir hæli.
Sjálvandi skal tunnil ger­ast undir Leirvík, um leir­vík­ingar halda hetta vera besta loysnin fyri fram­tíðar­møguleikarnar og trivnaðin í bygdini. Haldi, at teir tríggir, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen og stjórin í Landsverki Oy­vindur Brimnes, baga­tellisera kenslurnar hjá leir­víkingum, og at teir spæla sær við politisku vøddunum í hesum máli. Tað eru ikki teir tríggir, sum skulu búgva í Leirvík næstu árini.
Hoyrdi tingmenninar Al­fred Olsen og Andrias Pet­ersen frá tingsins røðarapalli í gjár. Alfred segði, at klokku­klár avtala var gjørd við leirvíkingar í 2002, og at avtalan sjálvandi skal haldast. Andrias Petersen tekur undir við tunli undir bygdini, og at kostnaðurin skal tengj­ast upp í útreiðslurnar av undirsjóvartunlinum. Aftur­gjaldingartíðin fyri tunnilin skal bara leingjast við tveim­um árum, so avgjørdur var javnaðartingmaðurin.
Orðini frá báðum ting­monn­unum siga mær so­mik­ið, at leirvíkingar fáa tunnilin undir bygdina, sum sjálvandi er besta loysnin, tí vit mugu eisini hava væl nøgdar leirvíkingar, tá ið fyrsta akfarið fer um Leirvíksfjørð í mai mánað.