Leirvíkingar mannað Eysturkommunu

Leirvíkingar gjørdu eitt gott hál og syrgdu fyri at fáa síni fólk vald í nýggju Eysturkommununa Av teimum níggju kommunustýrislimunum í nýggju Eysturkommununi, eru seks Leirvíkingar og tvey av gøtufólkunum, sum eru vald, eru ættað úr Leirvík.

Tey, sum eru vald, eru tvey fyri lista A, tvey fyri lista B, tvey fyri lista C og trý á lista E.

Tey valdu eru: Hanna Jensen og Joen Magnus Rasmusen fyri lista A, Frígerð Heinesen, borgarstjóri, sum varð toppskorari, og Terji Lervig. Fyri C eru tað Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu, og Jan Erlingsson, og fyri lista E eru tað Jóan Christiansen, Tollakur Elin Vatnhamar Olsen.

Tollakur Joensen er einasti innføddi gøtumaðurin. Hanna Jensen og Hans Mourits Foldbo búgva í Gøtu, men eru úr Leirvík og øll hini búgva í Leirvík