- At byggja vegin gjøgnum bygdina í Leirvík, er ímóti viljanum hjá bygdarráðnum, ásannar Leirvíkar bygdarráð Sum skilst, vilja myndugleikarnir ikki ganga Leirvíkar bygdarráð á møti um at flyta vegin, sum byggjast skal gjøgnum Leirvíkar bygd, niðan á Brekkur, sum bygdarráðið mælir til.
Á heimasíðuni hjá kommununi vita tey at siga, at Landsverk nú hevur boðað bygdarráðnum frá, at arbeiði at byggja landsvegin fer í gongd beinanvegin.
- Hetta er sostatt beint ímóti viljanum hjá bygdarráðnum, ásannar bygdarráðið á heimasíðuni.
Lagt verður aftrat, at vegagerðin fer at føra við sær, at ætlanin um at byggja bátahyl til 90-100 bátar á Toftanesi dettur niðurfyri.
- Í sambandi við vegagerðina fer bátahylurin undir heilt, og í staðin verður bátahylur bygdur úti í Bug, innanfyri fyllingina millum gamla bátahylin og Kráartanga.
At enda heimasíðuni ásannar Leirvíkar bygdarráð, at vegurin, sum nú skal byggjast gjøgnum bygdina, fer at hava stórar vansar við sær.
- Tí hava vit mælt myndugleikunum til at flyta vegin niðan á Brekkur, sigur bygdarráðið í Leirvík.