Leirvíkingar fingið vitjan av stórhvalum

Fimm stórhvalir svimja í bátahylinum

Ein óvanlig sjón møtti leirvíkingum í dag, tá fólk varnaðust, at fimm stórhvalir vóru komnir á vitjan og svumu nærhendis gomlu ferguleguna í dag. Bæði bygdafólk og ferðafólk vóru eisini skjót oman í fjøruna at heilsa upp á hvalirnar.


Fólk á staðnum siga, at tað er ikki heilt greitt hvat slag talan er um, men at tað antin eru augustar ella døglingar.


Sum vit skilja bleiv ein roynd eisini gjørd, at fáa teir út aftur, men miseydnaðist hon og vendu hvalirnir í staðin við og svumu inn móti stóra bátahylinum í bygdini. 


Dagføring 14:28:
Nú hevur tað eydnast leirvíkingum at reka hvalirnar út aftur í Leirvíksfjørð.