Leirvík
Bygdarráðsformaðurin í Leirvík, Sjúrður Eliasen, sigur, at enn er grótbáturin ikki farin at sigla úr Klaksvík við verjugróti til upplandið, sum nú verður lagt út á Kráartanga.
- Men væntandi byrjar siglingin rættiliga skjótt, sigur hann.
Leirvíkar kommuna hevur latið byggja ein veg gjøgnum fjøruna og norður á Kráartanga, har bygdarráðið hevur samtykt at gera eitt stórt uppland.
- Vit miðja eftir at fáa eitt uppland, sum verður einar 14.000 fermetrar stórt.
Grótið, sum kemur úr undirsjóvartunlinum, verður nýtt til útfylling, og síðan verður stórt grót lagt sum verja, soleiðis at útfyllingin ikki skolar burtur í uppgangi.
- Tað er hetta grótið, sum flutt verður við grótbáti úr Klaksvík.
Bygdarráðsformaðurin vísir á, at grót úr tunlinum eisini verður flutt um Leirvíksfjørð til Klaksvíkar, og síðan verður báturin aftur fyltur í Klaksvík við stórum gróti, ið verður lagt sum verja á Kráartanga.
- Soleiðis kemur báturin at sigla lastaður báðar vegir, tá ið siglingin byrjar, sigur Sjúrður.
Hann veit ikki heilt ítøkiliga, hvussu langa tið, tað kemur at taka at fylla upp á Kráartanga og vil í løtuni ikki geva nakað boð uppá, hvat tað kemur at kosta.
- Men arbeiði gongur sína gongd, sigur Sjúrður Eliasen.










