Leirvíkingar fáa nú søgu sína

Í Helsinge á Norðursælandi situr ein vælkendur leirvíkingur og skrivar bygdasøgu um heimbygdina, ið gongur fleiri øldir aftur í tíðina. Tað er Martin Fjallstein, sum til fyri góðum ári síðani var leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Eitt starv hann røkti í 11 ár

Bygdarlív


Tey seinnu árini hava nógvar greinar verið í bløðunum, sum hava umrøtt partar av bygdasøguni í Leirvík. Høvundurin er ein vælkendur útiseti, Martin Fjallstein, ið sjálvandi framvegis er leirvíkingur við stórum L.

Martin Fjallstein hevur havt sera stóran áhuga fyri heimbygdini, og er uttan iva tann bygdarmaðurin, sum veit mest um Leirvík. Tí var tað ikki av tilvild, at stigtakararnir til at fáa givið út eina bygdarsøgu, heittu á Fjallstein um at standa á odda fyri hesum arbeiðinum. Ein verkætlan, sum høvundurin sjálvur hevur roynt at fingið gongd á onkuntíð, men sum er so mikið stórt stig at fara undir, at tað ikki letur seg gera uttan góðan stuðul. Ikki minst fíggjarligan. Hesin fekst til høldar í fjør.

Sosialurin hitti Martin Fjallstein í páskuvikuni á hansara fyrrverandi arbeiðsplássi, ið var Føroyahúsið í Keypmannahavn. Eitt vælumtókt hús fyri nógvar fastbúgvandi útisetar á Sælandi og serliga á høvuðsstaðarleiðini, sum leirvíkingurin var leiðari fyri í 11 ár, til hann 1. februar í fjør legði frá sær og fór undir at fyrireika útgávuna av bygdasøguni.

11 ár ljóðar kanska ikki av so øgiliga nógvum. Men tá hugt verður eftir, hvat slag av arbeiði hetta er, har arbeiðstíð og frítíð í stóran mun rekur saman, so er tað ein krevjandi uppgáva at røkja. Serliga tá ein er so nærlagdur sum Martin Fjallstein.

Prátið við fryntliga og gløgga leirvíkingin kom sjálvandi fyrst inn á, hvussu tað var at gevast sum leiðari av Føroyahúsinum, og hvussu seinasta árið hevur háttað sær, nú hann sleppur undan at taka dagliga túrin úr Helsinge á Norðursælandi, har familjan Fjallstein býr, og inn á Vesturbrúgv í sjálvum hjartanum av Keypmannahavn.

- Eg var í eini tvístøðu, um eg skuldi gevast, tí tað vóru sera nógv fólk, sum vóru góð við meg og stuðlaðu mær væl bæði í tí praktiska arbeiðinum, men eisini til at møta upp til tey ymsu tiltøkini í húsinum. Hinvegin, so var eg blivin 60 ár og merkti, at kroppurin byrjaði at geva eftir. Tað var torført at noyðast at arbeiða vikuskifti eftir vikuskifti, nátt sum dag, umframt at røkja vanliga arbeiðsdagin ígjøgnum vikuna. Eisini eru tíðirnar so nógv broyttar við tí skjóta samskiftinum, góða ferðasambandinim, nýggja tónleikinum og øllum øðrum tí nýggja. So eg helt, at tað gjørdi onki, um nýtt fólk kom til. Eisini var eg komin í tann aldur, at um skuldi eg royna nakað annað, mátti tað vera nú, vísir Martin Fjallstein á.

Hann sigur seg gleðast aftur á tíðina í Føroyahúsinum, ið hevur givið honum eitt spennandi og ríkt tíðarskeið í lívinum.


Nógv fólk horvin


Við bygdarsøguni stóð ein heilt øðrvísi avbjóðing hjá Martini Fjallstein fyri framman.

- Nú hevur Leirvík altíð staðið mær nær, tí eg vaks upp har. Eg fór tó ungur heimanifrá; fyrst í skúla í Fuglafirði, so í Havn og haðani av landinum. Men av tí at foreldrini búðu har, og tú kom at vitja, umframt alt tað ríka, tú hevði fingið í barndóminum, hevur bygdin altíð staðið mær nær. Og so við og við havi eg skrivað nógvar smágreinar og savnað rættiliga nógv tilfar. Eg fari ikki at siga, at eg veit mest um Leirvík, men eg eigi óivað mest tilfar um bygdina og haldi tað vera spell, um alt hetta tilfarið ikki verður brúkt. Tí hevði eg hug at koma í gongd við hesa uppgávuna og fekk nakrar at sponsorera uppgávuna. Talan eru um eitt ørðvísi arbeiði, ið er ógvuliga spennandi, sjálv um tað mangan er einsligt. Tú situr einsamallur við spurningunum og tí stóru uppgávuni, ein hevur fingið latið upp í hendi. Og tað gerst ikki eftir einum degi ella viku, men tekur sjálvandi ár, sigur bygdasøguhøvundurin.

Uttan at vilja avdúka, hvør annar stendur aftanfyri bygdasøguna, sigur Martin Fjallstein, at fyrst var tað hann, sum vendi sær til nakrar persónar, men tað bleiv ikki til nakað ta ferðina.

- Eftir at eg gavst í Føroyahúsinum, er tað síðani teir, ið hava vent sær til mín, og soleiðis er ætlanin komin í lag. Grunnurin Leirvíkar Søga er stovnaður, og haðani verður útgávan fíggjað.

Tá tú gert eina bygdasøgu, ið byggir á upplýsingar, so má tað vera eitt rættiliga stórt arbeiði at krosstjekka allar upplýsingarnar, tí annars er vandin stórur fyri, at tað koma nógvir feilir í. Hvussu gongur hetta arbeiðið fyri seg?

- Tað er rætt, sum tú sigur, at krosstjekkingin er týdningarmikil. Tú kanst finna útav, nær onkur er føddur, nær tey eru gift ella konfirmeraði, nær tey eru deyð og so framvegis. Tú kanst samanbera við onnur nøvn, um tú tekur feil av nøvnum, og tað kemur meir enn so fyri. Nógv nøvn ganga aftur, tí fólk eru so samangift og nýta somu nøvn í fleiri húsum – bæði fornavn og eftirnavn. Og aldursmunurin er oftani so stuttur, um tey eru uppkallaði eftir sama abba ella ommu. Eg havi funnið nógvar villur hjá mær sjálvum, og tað er sjálvandi ein av teimum heilt stóru trupulleikunum, tá tú skrivar eina bygdasøgu, ið fer heilt aftur til 16-1700 talið, sigur Martin Fjallstein.

Hann vísir á, at tá er týdningarmikið at hava fólk at hjálpa sær og sparra við, so tú ikki fert skeivur og av tí sama kemur at fylgja einum skeivum spori.

- So er tað hetta at plasera fólk í rætta húsið. Til dømis tá tað bara stendur »ud i Lervig«, hvar er so tað, tí vanliga skilja vit millum minst tríggjar býlingar í bygdini. Og tað er hugaligari at vita, um viðkomandi kemur av Toftanesi, við Garð ella úr Áargarði. Og so er tað tey fólkini, ið hvørva í bygdamyndini, sum tey sjálvandi eisini gera alla aðrastaðni. Hetta síggja vit millum annað í bókunum hjá Símuni Hansen um Norðoyggjar, sum hava verið mær ein góð hjálp, tí nógvir leirvíkingar giftust tann vegin og øvugt. Nær og hvar fólk doyðu er eitt sovorðið dilemma, tú situr í, og til síðst mást tú stundum bara geva upp og siga við teg sjálvan, at hasi finnur tú ikki aftur og síðani fara víðari til tann næsta, sigur Martin Fjallstein.


Sóknast eftir upplýsingum


Høvundurin til Leivíkar søgu óttast fyri at koma út við ov nógvum villum og hevur tí brúk fyri hjálp frá teimum, sum møguliga liggja við eini vitan, ið hann ikki hevur.

- Hetta, at fólk vilja siga frá, senda mær ein meyl ella ringja til mín og fortelja mær nakað úr ættarsøguni, sum tey vita um. Um tað skal vera, má tað gjarna vera bæði 50, 100 og 200 ár aftur í tíðina, sigur Martin Fjallstein.

Hann heldur, at tað býttasta fólk kunnu gera, er at liggja oman á upplýsingum, tí tað er nú og ikki aftaná, at bókin er komin út, at høvundurin hevur brúk fyri teimum. Aftan á er ov seint at vísa á feilir, sum kundu verðið verið avdúkaðir áðrenn útgávuna.

- Tað koma neyvan fleiri bygdarsøgur um Leirvík út í senn. Tí ræður um at fáa hana so neyva sum gjørligt. Tað hjálpir ikki aftan á at vísa mær á allar feilirnar, eg gjørdi, sigur Martin Fjallstein og kemur við einum dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa røttu upplýsingarnar.

- So seint sum í morgun sat eg við eini kvinnu, ið kallaðist Katrina Maria, men knappliga sá eg eitt notat einastaðni, at hon varð nevnd Trina. Tá nyttar onki, at eg blívi við at nevna hana Katrina Maria, tí so kennist ongin við hana.

So tað er eitt sindur tilvildarligt, um tú finnur útav, hvat viðkomandi persónur verður kallaður fyri at verða kendur aftur?

- Ja. Eisini hava vit tey løgnu viðurskifti, at nøvnini eru bara á donskum í kirkjubókum, skriftum og øðrum, meðan vit nýta føroysk orð í gerandismálinum. Tá hevur tú tað dilemma, um tú skalt skriva Jógvan, Joen ella Jon, sum tað mangan stendur. Oftast geri eg tað, at eg skrivi Joen fyrstu ferð og nevni síðani viðkomandi fyri Jógvan tær næstu ferðirnar, perónurin kemur fyri í bókini.

Sum bygdasøguhøvundur sleppur Martin Fjallstein ikki longur aftur, enn kirkjubøkurnar loyva honum, og tær byrja í 1685. Harafturat eru tingbøkurnar frá 1600 talinum góðar at kaga í.

Ein roynd, sum Martin Fjallstein hevur gjørt sær, er, at mannalívið tá og nú líkist hvørjum øðrum.

- Tá sum nú fóru fólk eisini fóru í song við hvørjum øðrum, áðrenn tey vórðu gift, sjálvt um fatanin av gomlum døgum kanska er, at tað fóru tey ikki, sigur høvundurin og smílist.

Spurdur um útgávudagurin av Leirvíkar søgu er ásettur, sigur Martin Fjallstein, at tað er hann ikki. Tó vónar hann, at tað verður um hesa tíðina næsta ár.

- Eg vóni, at bókin kann koma út til sólarkaffi í Leirvík um eitt ár.

Martin Fjallstein leggur dent á, at um hann ikki er fullvísur í, at bókin um ta tíðina er so røtt, sum tilber, so verður útgávan útsett, til hann kann standa 100 prosent inni fyri øllum innihaldinum.

Høvundurin ivast tó ikki í, at tað verður eitt valaverk um Leirvík við nógvum møguleikum fyri uppsløgum, har til ber at finna rættiliga umfatandi tilfar um bygdina seinastu trý-fýrahundrað árini.




Sitat Martin Fjallstein:


“Tað er lætt at fara skeivur á persónum, tí nógv eru inngift og hava bæði sama fornavn og eftirnavn. Og tá tey eru uppkallaði eftir sama abba ella ommu, er aldursmunurin oftani sera stuttur. Hetta ger tað uppaftur truplari”



“Nógvir persónar hvørva í bygdarmyndini, og torført er at finna tey aftur. Stundum mást tú bara geva upp og siga við teg sjálvan, at hasi finnur tú ikki og síðani fara víðari til tann næsta”



“Líka sum nú á døgum, fóru fólk fyrr eisini í song við hvørjum øðrum, áðrenn tey vóru gift, sjálvt mong kanska hava ta fatan av gomlum døgum, at slíkt gjørdi man ikki”