1. DEILD
Tað gongur javnt á í toppinum. Mest støðuga liðið higartil hava leirvíkingar átt. LÍF hevur ikki tapt, og teir eru einsamallir á fremsta plássinum. Tvørámenn skinklaðu fyrstu umførini, men tríggjar tær seinastu ferðirnar hava teir fingið fulla úrtøku, og nú eru teir ikki langt frá toppinum.
Kappingin tykist longu vera farin í tvíningar. Fýra eru í botninum, har Royn framvegis er stigaleyst. Hjá HB, KÍ og VB/Sumba er málið fyrst og fremst at varðveita liðið í deildini.
HB-KÍ 3-3
Í útgangsstøðuni mundu teir í KÍ havt verið nøgdir við eitt stig móti HB í Gundadali. Tað er kortini væl skiljandi, at teir bláu iðraðu seg á veg til hús aftur um, at úrslitið skuldi gerast 3-3. HB javnaði, tá ið 2. hálvleikur var meiri enn 47 minuttir gamalur. Frammanundan hevði KÍ verið frammanfyri bæði 2-0 og 3-1, og klaksvíkingar høvdu leingi verið manningarliga omaná.
Ronnie Hansen varð vístur av vøllinum, tá ið hann á egnari málstriku nýtti hondina at bjarga við. Fríðin Ziskason skoraði upp á brotssparkið, og Hans Michael í Mittúni økti til 2-0 dygst undan hvíldini. Popczynski svaraði sjálvur aftur, men tá ið Dánial Kjærbo hevði fingið brotsspark og Fríðin Ziskason hevði økt til 3-1 sá aftur gott út hjá KÍ, sum dúvaði nógv upp á verjuna.
Vagnur Nolsøe minkaði um munin til 3-2 eftir fríspark, og í yvirtíðini, tá ið tað vóru níggju HB spælarar á vøllinum, javnaði Jákup Slættalíð eftir deyðbólt og hálvbjarging. Minuttin framman undan hevði KÍ spælari verið púra leysur við Tróndi Vatnhamar, sum bjargaði.
AB-TB 0-1
Argjamenn komu heilt niður á jørðina á heimavølli, eftir at teir næstsíðst fingu góðan sigur á Sandi. Ta ferðina vunnu teir 1-0, og hesa ferð taptu teir 1-0.
AB hevði bóltin størsta partin av tíðini, og teir spældu seg til fleiri hálvar og onkrar størri málmøguleikar, men teir fingu einki mál. Størsta møguleikan fekk Thomas Hans Rubeksen, men tað segði tað sama.
TB var verjukent í útgangsstøðuni, og teir ansaðu væl eftir at halda nógv fólk aftanfyri bóltin. Tað eydnaðist rímuliga væl, og tvørámenn vóru sera væl nøgdir tá ið teir fóru av Argjum, tí teir høvdu øll stigini við sær. Olivur Abrahamsen er ein av teimum, sum teir á Tvøroyri saknaðu í fyrstu umførunum. Nú er Olivur komin fyri seg eftir skaðasteðg, og hann skoraði einsamalla málið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Argjamenn vildu hava øll stigini. Teir fluttu fólkið fram á vøllin, og onkrir gloymdu sín lut í verjupartinum. Bólturin varð spældur inn um verjuna, og Olivur Abrahamsen takkaði fyri. Stutt eftir málið fekk TB aftur risa møguleika, men dómarin bríkslaði, tá ið teir gjørdust leysir - fyri frísparki til TB!
FSV04-B71 0-1
Í Sandavági er lagið einki serligt. Næstsíðsta vikuskifti taptu teir í Leirvík. Ta ferðina sóu tríggir FSV04 spælarar reytt, og tí var liðið eitt sindur skert í heimadystinum móti B71.
Sandoyingar eru snildir, og teir vóru heilt tilvitaðir um, hvussu tað skuldi farast fram á Valloyrini. Tað ráddi um at hava nógv fólk aftanfyri bóltin og at dúva upp á snarálop. At B71 hevur royndar spælarar, sum duga at stýra, var sera týdningarmikið.
B71 hevði vindin undan í 1. hálvleiki, og tá ið hálvur tími var farin, fingu teir sigursmálið. B71 manngarðurin frammanfyri egnan brotsteig vardi fyri FSV frísparki. Clayton Soares, Wellington og Tummas Pauli Olsen áttu skjóta uppspælið, sum endaði við, at Eli Hentze gjørdist leysur og smekkaði til. Jóhan á Mýrini, sum var stinnur í heimamálinum, hálvbjargaði, og stutt úr málinum skumpaði Clayton bóltin inn um strikuna.
Eftir steðgin hevði heimaliðið vindin undan, teir royndu at seta ferðina upp, og teir høvdu onkran hendinga møguleika. B71 hevði betri tak á samanspælinum, og teir høvdu fleiri møguleikar. Einki mál kom afturat, og sandoyingar fegnaðust.
SÍ-LÍF 0-2
Tað er álvari í Leirvík. Tá ið teir í fyrsta umfarinum vunnu á Sevmýri varð spurt, um tað heldur vóru ússaligheitirnar hjá TB, ið vóru orsøkin til trivaliga LÍF sigurin, enn tað vóru dygdirnar hjá leirvíkingum.
Síðani hava teir í Leirvík gjørt øllum sovornum spurningum til skammar. Hesa ferð fóru leirvíkingar úr Sørvági við øllum stigunum. Talan var um tætta uppgerð, sum ikki alla tíðina var so ruddulig. Spælandi LÍF venjarin, Hans Fróði Hansen, legði LÍF framum í 32. minutti. So reið um snarið inntil tað restaðu fimm minuttir, tá staðfesti Magnus Skoralíð LÍF sigurin og harvið oddaplássið hjá LÍF.
Royn-VB/Sumba 0-4
Bjarni Johansen var stóri maðurin hjá VB/Sumba í Hvalba leygardagin. At Heini Jacobsen er komin aftur úr Danmark bar við sær, at veteranmálverjin hjá VB, Bjarni Johansen, kundi vera fremsti maður í álopinum. Tað hevur hann leingi droymt um, og hann vísti rudduliga, at hann umframt at verja fyri, tá ið hinir roya at gera mál, eisini sjálvur megnar at gera mál.
Ferðin var einki serlig á grasvøllinum, og málini komu ikki fyrrenn í síðsta minuttinum í 1. hálvleiki. Tá skoraði VB/Sumba tvær ferðir. Marner Gudmundson gjørdi nyttu burturúr, tá ið afturlegging kiksaði, og Bjarni Johansen skoraði við góðum langskoti. Eftri steðgin trumfaði Bjarni við tveimum málum og harvið hattrikki, og nú er Royn einsamalt á botni.
HB-KÍ 3-3 (0-2)
0-1: Fríðin Ziskason br 14.
0-2: Hans Michael í Mittúni 45.
1-2: Krzystof Popczynski 59.
1-3: Fríðin Ziskason br 61.
2-3: Vagnur Nolsøe 70.
3-3: Jákup Slættalíð 90.
Reyð kort: Ronnie Hansen HB 14., Heini Gaard HB 75
AB-TB 0-1 (0-1)
0-1: Olivur Abrahamsen 80.
FSV04-B71 0-1 (0-1)
0-1: Clayton Soares 32.
SÍ-LÍF 0-2 (0-1)
0-1: Hans Fróði Hansen 32.
0-2: Magnus Skoralíð 85.
Royn-VB/Sumba 0-4 (0-2)
0-1: Marner Gudmundsson 45.
0-2: Bjarni Johansen 45.
0-3: Bjarni Johansen 67.
0-4: Bjarni Johansen 84.









