Leirvíkingar byggja skip fyri 165 milliónir

Justinussen maður í Leirvík er upp í oljuvinnuna við nýggjum skipi um sløk tvey ár

Skipasmíð
 

Um sløk tvey ár kemur eitt nýtt oljuveitingarskip í føroyska flotan.
Tað er eitt felag í Leirvík, við Tummas Justinussen á odda, sum stendur aftanfyri ætlanina
Men tað er Føroya Sparikassi, sum stendur á odda fyri fíggjarsamtakin um, ið fíggjar byggingina av skipinum, sum eisini verður skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS.
 
Sparikassin sigur á heimasíðu síni, at skipið verður væntandi liðugt á vári í 2008. Sáttmálin er akkurát skrivaður og skipið skal byggjast á Solstrand skipasmiðjuni í Noregi.  
Talan er um eitt skip, ið er 74,9 metrar langt og 16,4 metrar breitt.
Skipið kostar 180 milliónar norskar krónur ella góðar 165 milliónir danskar krónur. Umframt Føroya Sparikassa, ið  leiðir fíggjarsamtakið, sum fíggjar verkætlanina, eru Føroya Banki og Føroya Realkredittstovnur við í fíggingini
 - At fara inn í frálandavinnuna er eitt náttúrligt framhald í menningini av okkara virksemi og helst eisini ein góð mótvekt til fiskiskapin, ið fyllir mest hjá okkum, sigur Tummas Justinussen við heimasíðuna hjá sparikassanum. 
Annars er Tummas Justinussen eisini høvuðsmaður í felagnum Sjóborg, ið hevur fimm skip í flotanum.
Seinnu árini hava Justinussen-menninir, ið eru vælkendir í føroyskum vinnulívi, fylgt frálandavinnuni við stórum áhuga, og serliga tvey tey seinastu árini hevur hon kastað væl av sær.
Hann sigur, at enn hava teir onga avtalu um skipið men teir hava góðar vónir ,tí eftirspurningurin er stórur