Leirvíkingar bjóða til møtir

Á hvítusunnu skipar missiónshúsið í Leirvík fyri fleiri møtum.

Møtini í missiónshúsinum byrja í annaðkvøld kl. 20, har Pól Johannesen úr Klaksvík talar. Við hetta møtið luttekur somuleiðis ein dramabólkur.

Hvítusunnudag er møti kl. 18. Hetta møtið er skipað sum eitt sang og vitnimøti, har Tórhild, Inga, Poul og Jóhan Edvard fara at syngja.

Seinasta møtið í hesum umfarinum verður 2. hvítusunnukvøld, har Marius Jacobsen talar og Húsakórið syngur. Við hetta møtið verður savnað inn til húsið.