Leirvíkingar bíða eftir landsstýrinum

Nú seinasta skotið í Norðoyatunlinum er skotið, og koyrandi verður millum Eysturoy og Norðoyar um eitt ár, er tað rættiliga farið at treingja á hjá leirvíkingum at fáa eina loysn í sambandi við nógvu ferðsluna, sum verður ígjøgnum bygdina, tá ið tunnilin letur upp

Ferðsla

Leirvíkar bygdarráð bíðar nú eftir landsstýrinum, ið skal taka støðu til uppskotið, sum bygdarráðið hevur í samband við loysn av ferðsluviðurskiftunum í Leirvík, nú ferðslan til og úr Norðoyatunlinum nærkast við rúkandi ferð.
Seinasta skotið er skotið, og væntandi verður koyrandi millum Eysturoy og Norðoyar um eitt ár ella so.

Fundur við Landverk
Borgarstjórin í Leirvík, Dánjal Andreasen, sigur, at bygdarráðið saman við Teknistovuni í Gøtu hevur verið á fundi við Landsverk um uppskotið hjá bygdarráðnum at leggja nýggju vegaføringina til og úr Norðoyatunlinum niðanfyri bygdina.
- Henda loysnin merkir, at ein 400 metrar langur tunnil verður bygdur, soleiðis at vegaføringin órógvar minst havnalagið og bygdina í Leirvík annars.
Dánjal sigur, at soleiðis sum bygdarráðið hevur skilt Landsverk, letur hetta seg væl gera.
- Vit hava tikið avgerð um, at tað er hendan loysnin, vit fara eftir.
Borgarstjórin sigur, at tá ið øll vegaføringin saman við tunlinum er tikin við, kemur henda verkætlan helst at kosta einar 80 miljónir krónur.

Eitt sindur bíligari
- Ein onnur loysn hevur eisini verið frammi, har vegur og tunnil liggja nakað ovari, tó niðanfyri kirkjuna. Hendan loysnin kostar kanska einar 10-15 miljónir krónur minni, tí tá verður ikki neyðugt at tøma havnina, sigur Dánjal Andreasen.
Hann vísir á, at Leirvíkar bygdarráð hevur havt fund við politikarar í Eysturoy og Norðoyggjum um loysnina, sum bygdarráðið skjýtir upp, og hesir vóru ógvuliga positivir.
Borgarstjórin vónar, at tað fer at eydnast bygdarráðnum at koma undir land við hesum máli í næstum, nú tíðin gongur við rúkandi ferð, til Norðoyatunnilin verður opin fyri ferðslu.