Leirvíkar skúli fyri vanbýti

Broytti tímabýtislykilin í fólkaskúlanum kemur ikki øllum skúlum til góðar. Hann tekur ikki atlit til høgt næmingatal í samanløgdum flokkum, og hetta er ein stórur trupulleiki í eitt nú Leirvík.
- Vit høvdu stórar vónir til ein broyttan tímabýtislykil, sum skuldi geva okkum fleiri tímar. Men nú síggja vit, at vit eru fyri vanbýti. Tað eru næmingarnir, ið rinda prísin, siga Joan Kannuberg og Dánjal Eysturstein, lærarar í Leirvíkar skúla

FÓLKASKÚLIN

Frá komandi skúlaári fáa skúlarnir kring landið, sum hava fleiri enn 70 næmingar, ein nýggjan tímabýtislykil at arbeiða út frá. Hetta hevur verið eitt ynski frá skúlum og lærarum í nógv ár. Sum er verður tímabýtið roknað eftir næmingum, meðan tann nýggi tekur atlit til flokkar. Men nú skilst, at broytti tímabýtislykilin kemur ikki øllum skúlum til góðar. Skúlarnir í Leirvík, á Eiði og Skála hava so at siga óbroytt viðurskifti. At eingir tímar koma afturat til hesar skúlar, er eitt stórt vónbrot, ikki bert hjá skúlaleiðslu og lærarum, men eisini hjá foreldrum og næmingum.
- Vit høvdu stórar vónir til ein broyttan tímabýtislykil, sum skuldi broyta tað, vit hava mett, ikki hevur verið nóg gott. Fleiri tímar er tað vit hava brúk fyri og hava havt brúk fyri øll árini, síðani frymilin varð broyttur. Men nú síggja vit, at vit eru fyri vanbýti, siga Joan Kannuberg og Dánjal Eysturstein, lærarar í Leirvíkar skúla.
Seinastu 10-12 árini, líka síðani frymilin varð broyttur vegna sparingar, hava flokkarnir í Leirvíkar skúla verið rættiliga stórir. Næmingatalið er um 88, árgangirnir eru sjey, men flokkarnir eru fimm í tali. Eini flokkurin, sum er samanlagdur, telur 24-25 næmingar komandi skúlaár. Næmingatalið í skúlanum svarar til ein fimm-flokkaðan skúla, men Dánjal Eysturstein heldur ikki, at nóg góð fyrilit verða tikin, tá ið roknast skal á hendan hátt.
- Fara flokkarnir í teim árgangsbýttu skúlunum upp um eitt vist næmingatal, letur frymilin upp fyri eyka tímum. Tað vil siga, at stórir flokkar í árgangsbýttum skúlum fáa eykatímar, meðan okkara stóru samanløgdu flokkar ikki fáa samsvarandi. Okkara flokkur, sum er 24 næmingar í ár, men møguliga verður 25 næsta ár, fær ikki 5-7 tímar eyka, meðan ein samsvarandi flokkur í eini grannabygd, sum kanska hevur 25 næmingar í triðja flokki, fær 5-7 tímar afturat. At fáa hesar tímar eyka hevur ómetaliga nógv at siga í okkara verð, sigur Dánjal Eysturstein.

Kenna støðuna
Skúlaleiðsla og lærarar í Leirvíkar skúla hava sent Mentamálaráðnum skriv í farnu viku, har støðan verður lýst. Tey heita á myndugleikarnar um at lækka næmingatalið í samanløgdu flokkunum.
- Eru færri næmingar í samanløgdu flokkunum, er trupulleikin ikki so stórur, sum hann er hjá okkum í løtuni, sigur Joan Kannuberg.
Enn er einki svar komið frá Mentamálaráðnum. Føroya Lærarafelag hevur eisini fingið eina áheitan frá skúlunum í Leirvík, á Eiði og Skála um at viðgera spurningin.
Áðrenn frymilin varð broyttur, vóru nóg mikið av tímum til Leirvíkar skúla og lærararnir lýsa støðuna tá sum tað reina luksus í mun til í dag. Tá var skúlin árgangsbýttur við smáum flokkum.
- Tá høvdu vit ein góðan skúla. Tað vit ynskja nú, er lítið í mun til tað, vit høvdu, men hóast vit hava roynt í fleiri ár, hava vit lítið og einki fingið. Nú byrja myndugleikarnir at lora tímar út til árgangsbýttu skúlarnar og tí er ikki meiri enn rímiligt, at vit fáa tímar til okkara stóru samanløgdu flokkar, sigur Dánjal Eysturstein.

Næmingarnir rinda prísin
Avleiðingarnar av, at ov fáir tímar verða latnir, eru eitt nú, at truplari er at náa ávísum undirvísingarmálum.
- Undirvísingartíðin er alt ov smábýtt og tað er klárt, at nógvir næmingar fáa alt ov lítla tíð. Spjaðingin í einum samanløgdum flokki er ógvuliga stór, og nógv størri enn í einum ársgangsbýttum flokki. Sum lærarar hava vit avgjørt kensluna av ikki at røkka til. Við byrjan av skúlaárunum lýstu vit trupulleikan yvir fyri foreldrunum, og tey harmast um, at vit ikki fáa somu umstøður sum grannabygdirnar til dømis, sigur Joan Kannuberg, og hon leggur afturat.
- Royndirnar siga, at tað er truplast at leggja yngstu flokkarnar saman, tí so nógvir ymsir teknikkir skulu venjast. Fleiri næmingar klára ikki at bíða, børn eru ótolin og tað førir við sær, at ringt er at halda konsentrasjónini. Vandin fyri at fáa fleiri næmingar, ið hava tørv á serundirvísing, er nógv størri, tá ið umstøðurnar eru soleiðis. Hjá nógvum næmingum eru slíkar umstøður nógv meiri niðurbrótandi enn uppbyggjandi.
- Í stóra samanlagda flokkinum mugu tvær roknibøkur til dømis brúkast í einum og sama undirvísingartíma. Undirvísingin verður nógv verri av teirri orsøk. So tað eru næmingarnir, ið bera prísin av, at myndugleikarnir lata okkum ov fáar tímar, sigur Dánjal Eysturstein.

MYND: LEIRVÍK ELLA LEIRVÍKAR SKÚLI ELLA NÆMINGAR
Myndatekstur: - Vandin fyri at fáa fleiri næmingar, ið hava tørv á serundirvísing, er nógv størri, tá ið skúlarnir hava ov fáar tímar. Hjá nógvum næmingum eru slíkar umstøður nógv meiri niðurbrótandi enn uppbyggjandi, sigur Joan Kannuberg, lærari í Leirvíkar skúla