Leirvíkar bygd als ikki til reiðar til upplatingina

- Verður málið um vegaføringina í Leirvík útsett, heita vit á avvarðandi myndugleikar um, at dagurin, tá ið Norðoyatunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, verður útsettur í minsta lagi í samsvar við útsetingina av tíðarfreistini í lógini, sigur Leirvíkar bygdarráð í einmæltum skrivi til løgting og landsstýri

Leirvík

Í gjár, 15. februar, samtykti Leirvíkar bygdarráð einmælt eina áheitan á løgting og landsstýri um at avgreiða málið um vegaføringina í Leirvík, nú tíðin, til Norðoyatunnilin letur upp, nærkast í stórum.

Ikki útseting
Í fyrsta lagi heitir bygdarráðið á landsins myndugleikar um ikki at útseta avgerðina viðvíkjandi farleiðini um Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin.
Í skrivinum endurtekur bygdarráðið einmæltu samtyktina, sum bygdarráðið gjørdi á fundi, 6. januar 2006. Her tilmælir bygdarráðið sum kunnugt, at ein tunnil  ella lokrenna, sum tunnilin eisini verður róptur  verður bygd niðri í bygdini í Leirvík.
- Lógin um fast samband um Leirvíksfjørð leggur upp til, at myndugleikin á staðnum verður hoyrdur, og vit vænta, at myndugleikarnir taka atlit til avgerðina hjá bygdarráðnum.

Avgerðin umráðandi
Í skrivinum verður stórur dentur lagdur á, hvussu umráðandi tað er fyri leirvíkingar, at løgtingið hevur tikið endaliga avgerð um farleiðina um Leirvík, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp  og ferðslan kann koyra gjøgnum Leirvíkar bygd.
- Sum støðan er nú, er Leirvíkar bygd als ikki til reiðar at taka ímóti ferðsluni til og úr Norðoyatunlinum, verður sligið fast í áheitanini á løgting og landsstýri.

Útseta upplatingina
Leirvíkar bygdarráð sigur víðari í einmæltu áheitanini á myndugleikarnar:
- Hendir tað, at málið verður útsett, heita vit staðiliga á avvarðandi myndugleikar um, at dagurin, tá ið Norðoyatunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, verður útsettur í minsta lagi í samsvar við útsetingina av tíðarfreistini í lógini.
Allir sjey limirnir, sum sita í bygdarráðnum í Leirvík, hava skrivað undir einmæltu áheitanina á løgting og landsstýri.