Sáttmáli um nýtt graslíki - FIFA 2 STAR - á vallirnar í Eysturkommunu er undirskrivaður. Tað skrivar Eysturkommuna á síni heimasíðu í dag.
Tað var á býráðsfundi hin 16. februar, at Eysturkommuna samtykti at taka av tilboði frá Føroya Møblasølu um at skifta út graslíki á vallunum í Leirvík og Norðragøtu.
Sáttmálin er undirskrivaður í dag.
- Fyrst verður vøllurin í Leirvík skiftur. Farið verður í gongd við hetta arbeiði í viku 15, og tekur tað umleið 10 dagar at leggja nýtt graslíki á vøllin.
Á heimasíðuni verður lagt aftrat, at tá vøllurin í Leirvík er liðugur, verður vøllurin í Norðragøtu skiftur, og eftir ætlan verða hetta arbeiði liðugt fyrst í mai.