Leirvík millum fortíð og framtíð

Meðan bygdarsøgan á gomlum mannagøtum verður skrivað, skal bygdarfólkið velja millum nýggjar gøtur bygdanna millum. Bæði málini hava síni áhugafólk bæði í bygdini og uttanbýggja.

Tøkk fyri spurnarbløðini


Í apríl bar eg eini 100 addressuleys brøv út til ávís hús í bygdini og legði eitt spurnarblað við. Hendan morgunin var tráur høgættarvindur við køldum ælingi. Mín ætlan var at skriva onkra áheitan við hond á brævið, so hvørt eg kom fram. Men vindur og regn forðaðu tí. Harafturat var eg bilsin av, at so torført var at finna postkassarnar hjá summum og at koma at teimum. Í einum donskum parselhúskvarteri er lætt at finna teir, men í bygdini mól eg stundum runt um alt húsið. Onkuntíð stóð ein bilur fyri, ein steinur lá á lokinum ella annað, sum forðaði lættari mannagongd. Søgan um postkassarnar kundi verið eitt fínt postlutium í bygdarsøguni. Mær tókti synd í postmanninum, sum skal gera hetta arbeiði hvønn dag í øllum veðri.


100 brævbjálvar var ov lítið, so eini 35 vóru bornir út afturat seinni. Av hesum eru eini 100 brøv send aftur til Danmarkar. Tað eri eg sera fegin um. Stóra tøkk fái tit, sum hava gjørt tað. Tað er av alstórum týdningi at fáa alt hetta tilfarið afturat. Onkur hevur sent ættartalvu við og onkur skrivað mail-addressu á. Tað er rætta lagi. So ber lættliga til at finna meira ella at koma afturumaftur. Eini tvey hava sent blankan seðil aftur uttan avsendara, og onkur hevur verið í so varin.


Nú vóni eg, at tey, sum enn liggja við einum spurnarblað, senda mær tað. Og trúgv mær, eg eri sera fegin, um tú nevnir kanska okkurt afturat, sum eg skal hava í huganum, og kanska skrivar mailaddressuna. Sum tey siga “eg elski mail”. Tað geri eg. Hvønn dag skrivi eg mails – teldubrøv -og vóni at fáa svar, men tað er mangan sum at dyrgja í Mataránni. Skuldi eg ringt til øll ella inn á gólvið hjá øllum, røkk hvørki samdøgur, ár ella kassakredittur til. Skriva nakrar reglur. Lat stavingina ikki ráða. Tað er tíni tíðindi og upplýsingar, sum eg havi áhuga fyri.


Mangt broytist

Bygdin er vorðin stór við 8 – 900 fólkum og eini 250 húsum. Fyri 200 síðani vóru uml. 20 húski. Ikki fyrr enn eftir 1850 vaks bygdini stórvegis. Vit kenna eini 900 fólk, sum eru fødd í Leirvík fram til 1920. Tey giftust mangan hvør við øðrum og skaptu eitt samanvavt net við somu fornøvnum og eftirnøvnum. Ein vælsignað fløkja, sum skal greiðast. Vit kunna fylgja nøkrum, sum fóru av bygdini, men onnur hvurvu onkunvegna, hóast tey vóru onkunstaðir.


Kirkjubøkurnar eru ikki fullfíggjaðar. Øll vóru ikki førd har, tá íð tey fóru hiðani. Prestar stava somu nøvnini ymisliga og hendinga ferð eru eisini feilir at finna. Men einki móti teimum feilum, sum kunna koma í, um eg ikki eri varin og hyggi gjølla eftir. Ì 1802 nevnir Eysturoyar kirkjubók fyrstu ferð ein bát, sum var burturgingin, men ikki nøvnini á monnunum. Tann báturin var vist av Eiði. Hvørki pokurnar í Leirvík í 1725 ella burturgingnir bátar verð nevndir fyri 1800. Fyri tað komu ikki allir bátar fyri 1800 aftur heim til Eysturoyarbygdirnar, men fórust á sjónum.


Í 1901 var kirkjugarður aftur gjørdur í Leirvík. Har roknaðu tey við at leggja eini 2 – 3 um árið. Tá íð nýggi kirkjugarðurin var gjørdur uml. 1955, roknaðu tey við eini 3 – 4 fólk um árið. Nú kann talið liggja um 7 – 9 fólk um árið. Petur Emil Christiansen á Áargarði, sum doyði í 2003, var nr. 500 har uppi. Mangt er broytt farnu 100 árini og torført at halda skil á øllum. Leirvíkingar eru farnir víða um og hava búsett seg í øðrum bygdum, býum og londum t.d. í Danmark, Íslandi, Noreg, Svøríki, Onglandi, Hollandi, Ameriku og Japan. Tí er so gott at fáa vegleiðing og upplýsingi frá fólki, sum vita um síni skyldfólk, sum fóru úr bygdini.


Vitjið okkum sum eftir eru

Ein gomul kona helt fyri: “Lat tey, sum farin eru, liggja. Vitja heldur okkum, sum eftir eru”. Tað er so satt, so satt. Men tað fyrra nýtist ikki at forða fyri tí seinna. Tey, sum eftir eru, goyma søgun um tey, sum farin eru. Tað er ein góð grund til at vitja tey. Men eisini tí tey eru okkara skyldfólk, vinfólk, kenningar ella bara eru har.


Onkur er kanska ov varin við upplýsingum. Ein og annar er skildur. Børn eru fødd uttan fyri hjúnarlag o. s. fr. Ein spurdi meg, um hann skuldi skrifta alt um síni systkin. Men slektsøgan er ikki ein kriminalsøga ella skaldsøga, sum fer undir dýnuna ella aftur um onkaran húsavegg. Í dag er so vanligt við skilnaði. Tað tók seg upp eftir 1950 og 60 úti á bygd. Í okkara bygdarsøgu er bert ein skilnaður fyri 1900 og so at siga øll børn fødd í hjúnarlag. Tað er søga, soleiðis er ikki longur. Men kortini skula vit fara varisliga um. Børn eru til. Onkur er í hvussu er móðir at barninum. Tað ber ikki til at skera nakran burtur. Eru tvey gift farin frá hvørjum øðrum, verður skrivað, at tey eru sundurlisin.


Áhugaverd, óendalig bygdarsøga

Leirvík er bygd, sum andar av søgu aftur til uml. 800. Slektsøgan røkkur aftur til uml. 1700. Sjúka, umfarssøtt og vanlukkur hava rakt bygdina meint. Hon liggur við alfaraveg til Norðoyggjar og við frægasta siglingarfjørðin í landinum. Teir sjey bóndagarðarnir, sum sótu á meginpartinum av bygdini og áttu nógva ognarjørð uttanbýggja, skapa ein kontinuitet í bygdini øld eftir øld. Eftir 1900 mistu teir tamarhaldið. Bátar og skip komu í staðin og hava verið grundarlagið síðani. Bygdin slættaði gomlu bøgarðarnar, blómaði og vaks út um eingjargarðarnar, út á Flatir, út á Vík og niðan á Brekkur.


Ein sera áhugaverd søga, sum leggur eitt sindur afturat hvønn dag. Kommunan sá dagsins ljós í 1918 og letur eyguni aftur í ár. Ein bátabrúgv var gjørd í 1928, sum var so stutt, at ærnar lemdu uttan fyri hana um várarnar. Undir krígnum var farið undir kei út eftir Ternuskeri. Í sjeytiárunum fingu vit skipahavnina undir Frost, og at enda tann velduga molan av Toftanesi yvir á Flesina, ferguhavn og ídnaðarpláss við fiskavirkjum. Teir gróvu sær veg inn gjøgnum Líðina og Ritudalsenni fyri 80 árum síðani, men so kom Leirvíkstunnilin fyri 20 árum síðani! So kom Norðoyartunnilin. Og so kom tvídrátturin um vegastubban millum hesar báðar tunlar.


Í Silkeborg er sama lagi. Ein motorvegur skal antin tvørtur í gjøgnum Silkeborg og klúgvan hann í tvey ella gjøgnum ein av teimum vøkru, gróðrarríku dølunum har á leið. Tvinnir eru kostirnir. Hvørgin er mjúkur. Tað sama í Leirvík. Og nú er ætlanin at hava fólkaatkvøðu, sum verður helst endin á søguni um Mannagøtur og vegagerð í Leirvíkar bygdarsøgu.


Mín vón er, at fólk hava landslag, dýralív, søgu og vakurleika í huga, nú endaliga avgerðin skal takast. Antin vegurin verður uppi á Brekkum ella niðri í fjøruni, eigur at verða kravt, at hetta verður gjørt listarliga og prýðir nútímans bygd. Landsverk var ikki heppið úti á Ennið við so ógvisligum beni inn til tunnilin. Tað má vera krav til teirra at finna eina góða og snøgga loysn, tá íð endaliga samtyktin um veg fyriliggur, og ganga væl frá. Góða eydnu við tí og gott summar.


Martin Fjallstein – martin@fjallstein.dk