Leirvík fingið nýggjan vøll

Leygardagin fingið leirvíkingar ein nýggjan fótbóltsvøll. Hetta er ein av sparkivøllunum, sum eru ella verða gjørdir kring landið. Tað er Fótbóltssamband Føroya, sum vegna UEFA hevur tikið stig til at gera smáu fótbóltsvøllirnar kring landið.
Niklas á Líðarenda, sum er limur í starvsnevndini hjá FSF, handaði Leirvíkar kommunu vøllin leygardagin. Lítið hátíðarhald var í illsliga veðrinum leygardagin, og so løgdu børnini til brots at spæla beinanvegin.Hetta er tann triði sparkivøllurin, sum higartil er alment tikin í nýtslu, og ætlanin er, at FSF í samstarvi við kommunur, landsmyndugleikar og vinnilívið skal byggja tilsamans 40 sparkivallir tey næstu tvey árini.