Tróndur Arge og Heri Simonsen litu aftur á Fótbóltsárið sum fór í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Prátað var við Eli Hentze, hjálpar-landsliðsvenjara, bæði um lutakastið til Nations League og landsliðsárið sum fór. Prátað var eisini við Teit Joensen, fótbóltsviðmerkjara, Árna Gregersen, og Jonhard Hammer, stjóra í Miðlahúsinum um Fótbóltsárbókina 2021. Í sendingini hoyrdu vit eisini nøkur hæddarpunkt, ið hava verið at hoyrt á FM1.
HER ber til at hoyra sendingina.
Fótbóltspanelið verður aftur at hoyra á FM1 fríggjadagin 7. januar í 2022.
27. desember verður tikið samanum hondbóltsárið sum fór á FM1.











