Leinkja: samrøða við Inga Olsen, H71-venjara um sigurin í Serbia

(FM1) Hoyr ein fegnan Inga Olsen seta orð á ein flottan útisigur hjá H71-kvinnunum niðri í Serbia

Hondbólts-Føroyar kunnu fegnast um avrikið hjá H71-kvinnunum niðri í Serbia, har hoyvíkskvinnur vunnu 39-38 á Naisa Nis í fyrru áttandapartsfinaluni í Europa Cup kappingini. Returdysturin verður í høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag klokkan 14. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.

 

Langa løtu sá tað út til, at H71 fór at vinna ein enn størri sigur. Í steðginum var H71 á odda 22-18, og í seinna hálvleiki vóru tær á odda 28-22 og 35-29, men serbiska liðið fekk etið leiðsluna upp seinastu løtuna.

 

Aftaná dystin fekk Sjúrður H. Hoydal hjá FM1 og trok.fo orðið á Inga Olsen, venjara hjá H71.

 

Ingi valdi ikki at iðra seg um, at sigurin ikki var størri, men valdi at staðfesta, at talan er um ein flottan sigur undir sera torførum umstøðum á útivølli móti einum sterkum liði. Endamálið er rokkið, tí spenningurin livir til returdystin í Føroyum komandi leygardag.

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Inga Olsen. 

 

Naisa Nis-H71 38-39 (18-22) 

 

Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 15, Jana Mittún 8, Brynhild Pálsdóttir 6, Lív B. Zachariassen 3, Elsa Egholm 3, Guðrið á Borg 2, Eva Barba Arge 1, Sára Jacobsen 1.