Leingjast eftir gerandisdegnum

Foreldraráðið á dagstovninum við Velbastaðvegin hevur hesa áheitan:

Dagstovnurin við Velbastaðvegin er landsins størsti stovnur við 118 vøggustovu- og barnagarðsbørnum. Starvsfólk á stovninum gera eitt megnar arbeiði við at ansa eftir, stimbra og menna okkara børn, eins og tey geva teimum nógvar náttúru- og mentunarligar upplivingar, ið ríka teirra gerandisdag.

Hetta arbeiðið krevur nógv, og skulu tey til einhvørja tíð vera til reiðar at taka sær av hesum børnum, ugga tey og vera um tey. Eisini eru tað fleiri børn, ið hava tørv á serligari umsorgan, venjingum og aðrari stimbran, og hetta krevur, at starvsfólk seta seg inn í viðurskiftini hjá hvørjum einstakum barni. Tað tekur tíð at læra og seta seg inn í hesi viðurskifti, og tað er tíð, sum ikki er har í tí vanliga arbeiðsdegnum.

Verkfallið hevur nú vart í tríggjar samfullar vikur, og er hetta sera óheppið fyri allar partar. Tað ávirkar arbeiðsdagin hjá okkum foreldrum og ikki minst, okkara kæru børnum, ið sakna at sleppa í barnagarð aftur, at virka og vera.

Vit í foreldraráðnum vilja staðiliga heita á pedagogfelagið og landsins myndugleikar um at seta seg saman og loysa hesa trætuna, so vit øll kunnu fara aftur til gerandisdagin skjótast til ber.