- Vit vilja ógvuliga fegin sleppa at merkja fleiri grindahvalir.
Bjarni Mikkelsen gongur minst líka spentur sum nógvir aðrir føroyingar og bíðar eftir grindaboðum.
Men tað er ikki tí, at hann vil hava feskt í pottin og lykkjur í hjallin.
Hann er lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum og vil ógvuliga fegin fáa nakrar hvalir, sum tey kunnu sleppa at merkja og lata fara livandi aftur til Havs.
Undir trýsti
Bjarni Mikkelsen heldur, at vit eiga ikki at undirmeta týdningin av at merkja hval við vísindaligum endamáli fyri eyga.
Serliga heldur hann, at tað hevur týdning at fáa greiði á, hvussu grindahvalur ferðast.
Hann staðfestir, at grindadráp og hvalaveiða yvirhøvur er undir støðugum trýsti
- Eitt, sum spurnartekin javnan verður sett við, er, um talan er um burðardygga veiði.
Og granskarin heldur, at vit kunnu koma í ta støðu, at tað verður kravt av okkum, at vit skulu prógva fyri umheiminum, at okkara grindadráp er burðardygg veiða.
- Tað kunnu vit ikki rættiliga enn, leggur hann afturat.
Fyri at kunna prógva tað, mugu vit vita, hvussu stórur stovnurn er.
- Ein stórur spurningur í tí sambandi er, um grindahvalur, sum ferðast undir Føroyum, er ein stovnur fyri seg sjálvan, ella um hann er partur í einum felags stovni.
- Tann spurningurin er rættiliga avgerandi fyri, hvussu nógv, tað ber til at taka úr stovninum.
- Er talan um ein serføroyskan stovn, ber ikki til at drepa líka nógva grind, sum vit kunnu drepa, er talan um ein felags stovn.
Ov langt ímillum
Bjarni Mikkelsen sigur, at fyri at kunna meta um stovnin, er neyðugt at kenna ferðingarmynstrið hjá grindahvali og tað er í hesum sambandi, at merkingin hevur so stóran týdning.
- Vit hava merkt grindahval tríggjar ferðir, í 2000, í 2004 og í fjør, sigur Bjarni Mikkelsen.
- Trupulleikin er, at tað gongur so long tíð ímillum og tað er kanska í so sjáldan, leggur hann afturat.
Hann sigur, at á Náttúrugripasavninum hava merki liggjandi til einar tríggjar grindir.
Og hann vónar, at fáa høvi til at merkja nakrar hvalir.
- Vit eru alla tíðina klárur at merkja og bíða bara eftir, at onkur ringir.
Tey hava eisini umhugsa at fara til havs og skjóta merki í nakrar hvalir, men tað er teknikkurin ikki nóg góður til enn.
- Tí vilja vit heldur sleppa í onkra grind at bolta sendararnar fastar í hvalin.
Eitt vónbrot
Grindin, teir merktu í fjør var eitt vónbrot.
Teir merktu átta hvalir og sendararnir sendu í fimm dagar.
- Men so fóru sendararnir at slókna og tann, sum sendi longst, sendi í tvær vikur.
- Vit hava hugsað okkum, at hvalirnir hjálpa hvørjum øðrum við at reinsa hvønn annan og at teir sostatt hava bitið sendararnar av hvørjum øðrum.
- Tann trupulleikan hava vit roynt at loyst við at festa antennurnar fastar í sendararnar fyri at onki skal vera hjá hvalunum at bíta í.
- Tískil hava vit nú vónir um at hesir sendararnir kunnu senda í út ímóti einum ári og so hevði tað munað av álvara.
Bjarni Nikkelsen sigur, at tey eru í samstarvi við sýslumenn og grindamenn og teir royna at gera vart við seg á røttum staði fyri at fáa nakrar hvalir at merkja.
- Vit møta upp á øllum fundum í grindamannafelagnum og fortelja teimum, at vit eru klárir at merkja, men enn hevur telefonin tíverri ikki ringt.
Men hann leggur stóran dent á, at tey vilja ikki troka seg framat nakrastaðni, tí tey vilja heldur hava eitt gott samstarv við grindamenn.
- Tí vónar hann, at tey fáa onkrar hvalir at merkja, kanska í eini grind, sum verður hildin til, har tey kanska ikki akkurát mangla grind.
- Vit vilja ikki troka nakran av, men vit vilja heldur royna at skapa áhuga fyri hesi granskingini, so at vit fáa nakrar hvalir til vísindaligt endamál.
- Men tað kann henda, at vit vera so framlig, at vit fara at biðja um einar 10 hvalir úr eini grind í eini roynd at fáa eitt greitt kanningrúrslit áðrenn alt ov long tíð er liðin.
- Men eydnast tað ikki at fáa nakrar hvalir at merkja verða vit kanska noydd at at fara út á opið hav og royna at skjóta merki í nakrar hvalir, leggur hann afturat.