Leingja varðhaldsfongslingina

Tveir menn, sum sita varðhaldsfongslaðir fyri at hava smugla rúsevni til Føroya, koma heilt skjótt fyri rættin

Menninir vórðu tiknir, best sum teir komu til Føroya við Norrønu.
Menninir, ein føroyingur og ein dani av øðrum etniskum uppruna, vóru í grundlógarhoyri varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.
Í dag gongur varðhaldsfongslingin út, og politiið krevur hana longda.Málið r annars næstan búgvi at leggja fyri rættin.
Eftir handtøkuna fóru kriminalpolitistar út av Havnini við Lív at taka upp rúsevni, sum menninir høvdu tveitt fyri borð.
Meira fæst ikki at vita um málið enn.