Leingja sáttmálan enn einaferð

Einki arbeiðaraverkfall verður í morgin

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava avgjørt at leingja sáttmálan til hósdagin á midnátt. Sáttmálin gekk upprunaliga út 1. mai, men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd, og tískil varð sáttmálin upprunaliga longdur 48 tímar, og nú er hann so aftur longdur eitt samdøgur.

 

Sáttmálasamráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag halda fram hósdagin, siga tey fimm fakfeløgini í fráboðan í kvøld.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Arthur Guðjonsson, formaður í klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag