Síðani yvirgangsatsóknirnar í USA 11. september í 2001 hava myndugleikarnir í Bretlandi tikið fleiri fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt samband við yvirgangsfelagsskapir.
Samstundis avgjørdu myndugleikarnir, at teir kunnu hava fólk sitandi í varðhaldi í sjey dagar uttan at skuldseta tey, og nú hevur stjórnin skotið upp at leingja hesa freistina til fjúrtan dagar. David Blunkett, innanríkisráðharri, sigur, at tað er neyðugt at leingja freistina, tí nógv av málunum eru so torgreidd, at løgreglan má fáa betri stundir til at avgreiða tey.
Uppskotið hjá stjórnini kemur til viðgerðar í parlamentinum 20. mai, men longu nú ávara mannarættindafelagsskapir og onnur ímóti tí. Mannarættindafelagsskapurin Liberty sigur, at uppskotið hjá stjórnini er illa umhugsað og óneyðugt. Felagsskapurin heldur, at myndugleikarnir eiga heldur at bøta um arbeiðsmøguleikarnar hjá trygdar- og fregnartænastunum.