Leingi opið i Vágum

Í samband við Vestanstevnuna fara handlar í Vágum at hava opið til langt út á fríggjakvøldið

Tey, sum ætla sær okkurt serligt til Vestanstevnuna, hava ein eyka møguleika fíggjakvøldið. Tá fara handlarnir, sum eru limir í Felagnum Vágar, at hava opið til klokkan 23.00.
Tað verður ikki skipað fyri nøkrum serligum tiltaki sum so í samband við, at handlarnir hava opið hetta kvøldið, siga tey á Kunningarstovuni í Vágum. Bara tað, at teir handlar, sum hava tilknýti til Felagið Vágar, hava tikið seg saman um at geva fólki hendan møguleikan til at fara seint til handils hetta kvøldið.
Tað eru tó ikki allir handlar í Vágum, sum eru limir í Felagnum Vágar,og hesi fara heldur ikki at vera við í tiltakinum, skilst á teimum á Kunningarstovuni.